Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tosaði við føroyska familju í British Columbia í gjár, har sagt var - Vit hava tað eins og tit í Føroyum við rúgvu av áheitingum. Nú eru her plakatir við stórum stavum, komnar upp við innkoyringina her vit búleikast um, at ferðandi eins og aðrar staðir, ikki eru vælkomin higar vegna corona. Vit høvdu annars við gleði sæð fram ímóti Páskahátíðini í ár, sjálvandi er gleðin tilstaðar í nógvum menniskjum tíbetur, men útattil kan tilverðan kennast tronglig.

 

Gleddi meg eins og barnið fyrstu ferð at koma til Ísrael fyri fáum árum síðani. Fyrst á skránni var ein túrur eftir gøtuni Via Dolerosa, har visti eg sonur Guds hevði ferðast ein tungan túr - byrðan var ómetalig á herðum hansara. Alt ímeðan eg gekk eftir hesi gøtu henda vakra morgun í stórari fólkamongd og trongsli, var eg áhaldsin og fór eftir rommum í gøtuna. Hoyrdi samtíðis donsku frásøgukvinnuna nevna, at beint her yvirav á gøtuni segnaði Harrin Jesus við krossinum á sinni. Eins og so mangt,uttan samanlíkning, so hava hesi orð hennara fylgt mær.

 

Amerikanski mána austrunaturin helt fyri í Ísrael, á tempultrappuni: Jú! Eg havi staðið og gingið á mánanum. Men hvat er tað í mun til, at eg nú standi her, sum hann sonur Guds manga ferð er farin upp og niður ígjøgnum trappuna. Hesin sami, siga eygnavitnini skiltis frá teimum, uttan trappu, farandi beint upp til Himmals, haðani á sama hátt siga vitnini í skriftini, fingu teir at vita, skal hann koma aftur.

 

Tann plakatin og uppslagi hongur enn. Vit eru øll vælkomin til tað móttøkuna.

 

Gleðiligar páskir.

 

Jóhs.M.Olsen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo