Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Helge Lund, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur

Mynd: Helge Lund, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur

Mynd: Helge Lund, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur

Helge Lund, sum í mong ár hevur verið kendur í altjóða vinnulívi, vitjaði løgmann í Tinganesi í gjár.

Løgmaður og Helge Lund brúktu eina løtu at umrøða veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið. Helge Lund hevur sum nevndarformaður staðið á odda fyri strategisku ætlanunum hjá BP, “Net zero by 2050,” um hvussu felagið fer at umleggja sítt virksemi til grønar orkukeldur.

Løgmaður nýtti eisini høvið at takka fyri vælvild og gott samstarv við Novo Nordisk, har Helge Lund er nevndarformaður. Novo Nordisk Grunnurin hevur gjørt samstarvsavtalu við landsstýrið um eina komandi føroyska diabetesmiðstøð.

Umframt nevndarformanssessirnar í Novo Nordisk og BP er norski Helge Lund eisini nevndarlimur í føroyska vinnufelagnum Tjaldur. Hann er millum annað fyrrverandi stjóri í Statoil (í dag Equinor) og BG Group (British Gas). 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo