Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti í fjørsummar at søkja Búnaðarstovuna um keyp av lendi til útstykking umframt viðarlund á Argjum. Talan er um at gera um 150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin.

Talan verður um tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum.

Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur burturfrá havagørðunum og nakað niðaneftir. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðanfyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.

Ein ætlan skal nú gerast fyri komandi viðarlundina og trivnaðarøkið, soleiðis at tað verður væl skipað við trøum, plantum, lendisgøtum, uppihaldsøkjum vm. Í hesum sambandi verða borgarar í kommununi eisini bodnir at luttaka í verkætlanini við at planta eitt træ í nýggju viðarlundini á Argjum.

Ætlanin fyri viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum varð boðin út til veitarar innan lendisarkitektur. Fýra veitarar lótu inn tilboð, og umsitingin hevur biðið um heimild at samráðast við tveir teirra um at tillaga teirra uppskot, og so út frá samráðingunum taka avgerð um, hvør vinnur útboðið.

Hóskvøldið skal býráðið tí taka støðu til at heimila umsitingini at fara í samráðingar við tilboðsveitararnar, umframt at játta 4 miljónir kr til verkætlanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo