Minst tíggju fólk eru deyð og fleiri eru skadd, siga libanesiskir trygdarmyndugleikar við Reuters.
Guvernørurin í Beirut, Marwan Aboudg samanber brestirnar við kjarnorkubumburnar í Hiroshima, sambært The Telegraph.
BBC vísur á at báðar spreingingarnar eru fáar dagar áðrenn dómur fellur í málinum um drápið av fyrrverandi forsætismálaráðharranum Rafik Hariri í 2005.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo