Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ray Dalio er stjóri í heimsins størsta íløgufelag - og hann stúrir fyri framtíðini.

Ray Dalio er stjóri í heimsins størsta íløgufelag - og hann stúrir fyri framtíðini.

Ray Dalio er stjóri í heimsins størsta íløgufelag - og hann stúrir fyri framtíðini.

- Søgan endurtekur seg og tað kann vera ein fyrimunur at hava eitt boð uppá, hvar vit eru í meldrinum beint nú.

Tað heldur Ray Dalio, sum er stjóri í heimsins størsta íløgufelag - Bridgewater Associates - sum við hepnari hond hevur umsitið yvir 160 milliardir dollarar síðani 1975.

Ein av kongstankum hansara er, at vit í dag kunnu vera í eini støðu sum minnir ikki sørt um hana, heimurin var í í 30unum, tá stórar byltingar og broytingar hendu.

Nøkur tekin um hetta eru ov stórur munur á teimum ríku og teimum fátæku, serliga í USA. Tað elvir til stríð og tvístøður og at fólkið velur populistiskar leiðarar. Samstundis koma nýggjar stórmagtir framat og krevja sín part. Í 30unum var tað Týskland og Japan, í dag er Kina eitt gott boð.

Ray Dalio, sum stúrir eitt sindur fyri framtíðini, hevur skrivað bókina Big Debt Crises, hon er ókeypis og kann takast niður her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo