Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Videobrotið vísir eitt sjálvtøkuborð umborð á einum ferðamannaskipi, har eitt fólk hevur virusið, og eftir eina lítla løtu eru fleiri fólk blivin smittað.

Tað er sjálvlýsandi máling og eitt serligt ljós sum vísir, hvussu skjótt spjaðingin hendir. Eitt av fólkunum fekk máling á hondina, og hálvan tíma seinni høvdu øll 10 fólkini við borðið eitt sindur av máling á sær.

- Hetta er onki nýtt, vit hava vitað hetta leingi, men tað er tó tankavekjandi, sigur John Nicholls, professari við lærda háskúlan í Hongkong sambært CNN.

Tað er japanska sjónvarpsstøðin NHK sum hevur gjørt filmin.

Umborð á marglætis ferðamannaskipinum "Diamond Princess" blivu yvir 700 fólk smittað, og skipið bleiv alt sett í sóttarhald útfyri japansku strondini í februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo