Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Hetta er verri enn vit hildu, tað siga fólk í Mykinesi, nú tey hava havt stundir at fara út í Lamba, har sum tað leyp fyrr í vikuni. Talan er um eitt risastórt lop, har bæði grót, eyrur og mold eru farin, og tað hevur lagt seg á eitt stórt lendi har vanliga nógv ferðafólk gongur um sumrarnar og har eisini nógvur lundi eigur.

Við VP sigur Hans Meinhard í Eyðansstovu, sum er ein av fleiri sum hevur verið úti og hugt at skaðanum, at ein rók, har seyður plagar at ganga, eisini er farin við í lopinum.

- Eg veit ikki, hvussu nógvar lundaholur eru undir skriðuni, men tær eru nógvar, sigur Hans Meinhard í Eyðansstovu.

Hann sigur eisini, at tað er ikki gott at vita, hvussu hetta fer at raka ferðavinnuna í oynni, tí ein partur av gøtuni, har fólk vanliga ganga, nú liggur undir einum tjúkkum lagi av mold og eyri.

- Har eru eisini nógvir og stórir klettar, sum ikki bara soleiðis kunnu flytast við hond, sigur hann.

Mynd og videobrot hevur Oda Andreasen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo