Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ómannaða farið - helst ein sonevndur "Wave Glider" - sum herfyri rak á land í Skarvanesi, kann vera fult av framkomnari tøkni. Og farið kann lættliga vera komið allan vegin úr USA, har herflotin eisini brúkar slík før í sínum arbeiði.

Sambært Forbes hevur eitt líknandi far megnað allan teinin um Stillahavið, úr San Francisco til Australia. Sambært tí ið Forbes skrivar, so er eisini talan um kostnaðarmikla útgerð, tí ein slíkur "Wave Glider" er mettur at kosta ímillum hálvaaðru og tvær milliónir krónur.

Tað er felagið Liquid Robotics, sum er undir Boeing flogverksmiðjuni, sum framleiðir Wave Gliders. Sí heimasíðu teirra her.

Les eisini: Ómannað far rikið upp á land á Skarvanesi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo