Forkunnugar filmsupptøkur eru komnar undan kavi, har fleiri meir og minni kendir føroyingar spæla við.
Eitt nú síggjast Tróndur Djurhuus, Elin Mouritsen, Oskar Hermansson og Lis Jørgensen.
Tað er Heri Simonsen sum hevur lagt út á Youtube.
I havets og de lyse nætters land - et sommereventyr fra Færøerne, kallast filmurin, sum er í fleiri pørtum.
Í fyrsta parti eru tey mest í Havn, men í øðrum og triðja parti eru tey í Vágum, í Bø og eisini í Tindhólmi og fleyga lunda.
William Heinesen skrivaði leikritið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo