Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú býráðsval er fyri stavn, eru nógv boð um hvat skattakrónurnar skula brúkast til komandi valskeið. Fleiri valevnir eru longu farin at lova til vinstru og høgru. Ein skúla her, parkeringstunnil har og so eina marghøll onkra heilt aðrastaðni.

Alt helst skilagott og heilt vist at sumt av tí er neyðugt og skal raðfestast komandi setu.

Men eg havi ikki hoyrt nakað valevnið nevnt at verandi ognir hjá kommununum skula viðlíkahaldast ? Tað er annars skjótt at gera ein langan lista yvir ognir hjá Tórshavnar Kommunu, ið harðliga tørva ábøtir. Í summum førum ábøtur ið hava ligið alt óv leingi á láni. Eg kann úr rúgvini nevna ellisheim, barnagarðar, skúlar og spælipláss.

Eitt vanligt skilagott húsarhald fer ikki at byggja bilhús, um tey ikki orka at viðlíkahalda húsini. Hesum kundi kommunan lært av - Men tað gevur sjálvandi ikki somu umtalu at játta pengar til viðlíkahald, sum at byggja nýtt - Hetta hóast tey flestu vita, at um man ikki viðlíkaheldur ognir so hvørt, so gerst rokningin munandi størri tá man einaferð kemur til tað.

Flestu politikarir vilja byggja sín egna minnisvarða!

Mín meining eri at vit skula raðfesta viðlíkahald fyrst, tað er vanligt vit og skil!

Brandur í Dali

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo