Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Viðmerking til grein frá Javnaðarflokkinum um at “raðfesta børn við serligum avbjóðingum.”

Greinin nemur við eitt sera viðkomandi mál, sum longu varð viðgjørt í løgtinginum, tá røða løgmans varð viðgjørd - mánadagin 3. og týsdagin 4. august.

Stórur áhugi var millum “hjástødd” løgtingsfólk, sum spurdu um málið og fegnaðust um, at tað, beinanvegin tað kom fram í ljósið, varð tikið í stórsta álvara í uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at beinanvegin áhugabólkur gjørdi vart við, at trupulleikar vóru á hesum so týðandi øki, vórðu viðkomandi partar kallaðir til fundar fyri at greina málið nærri - við vón um at finna eina loysn.

Fyrsti fundurin var 8. juli, har landsstýrismaðurin og aðalstjórin møttu umboðum fyri Sernám, Javna, Autismufelagnum og omanfyrinevnda áhugabólki. Fundurin var upplýsandi og gevandi og avtalað varð, hvussu farast skal fram, til nýggjur fundur verður.

Á hesum fundi er ætlanin at eisini onnur, ið varða av økinum og sum hava biðið um at kunna verða við, taka lut.

So málið varð beinanvegin tikið í stórsta álvara, og tilgongdin móti einari loysn er byrjað.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo