Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sagt skal verða frá, uppskotini um “búðstaðarpakkan” hava havt drúgva viðgerð í samgonguni.

Bæði landsstýrið og samgongulimir hava verið til framløgu í Almannamálaráðnum eins og málið hevur verið viðgjørt á landsstýrisfundi og seinni á samgongufundi.

Sum tað sæst niðanfyri, hava uppskotini eisini verið til hoyring/viðmerkingar, hjá flokkunum í samgonguni.

Tað hevur verið breið undirtøka fyri ætlanini/uppskotunum, sum samsvara við ásetingarnar í samgonguskjalinum.

Tað er onki í uppskotinum, sum leggur upp til, at leiguprísurin veksur nakrastaðir í landinum, tvørtur ímóti. Uppskotið leggur upp til, at bæði almenna Búðstaðir og privatir aktørar skulu fara undir at byggja búðstaðir kring alt landið, ikki minst í Havn.

Tá búðstaðartørvurin er nøktaður og útboði svarar til eftirspurningin, fer leiguprísurin, alt annað líka, at lækka og koma í eina fasta legu.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

“Til skrivararnar í samgonguflokkunum,

Á samgongufundi í morgun varð avrátt at lata øllum samgongupolitikarunum innlit í uppskotið til broytingar í løgtingslóg um húsalánsgrunn, áðrenn tað verður sent til ummælis í almenninginum.

Eg skal tí heita á floksskrivararnar at trygga, at hjálagda uppskot beinanvegin verður sent løgtingslimunum (og landsstýrismonnum við) í teirra flokki, og heita á teir um at gera viðmerkingar so skjótt sum gjørligt og í seinasta lagi hósdagin 2. juli kl 12. Ætlanin er at senda uppskotið til ummælis fríggjadagin 3. juli.

Vinaliga
Eyðun Mohr Hansen
aðalstjóri
Almannamálaráðið”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo