Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í einum lesarabrævi í ymsum fjølmiðlum tann 12.01.21 tekur Jens Meinhard Rasmussen til orðanna og sigur, at vit ikki skulu lata veðurlagsræðslu stýra okkum. Eg eri púra samdur í at ræðsla sjáldan elvir til nakað gott.

Men hvørjum skulu vit lata okkum stýra av í málinum um veðurlagsbroytingar?

Eg mæli til eina veðurlagsrealismu, har man ásannar at verandi kós ikki er haldgóð, men at tað at broyta samfelagið bráfengis heldur ikki er ein loysn.

Vit eiga heldur at lata okkum stýra av upplýsing um okkara ávirkan á veðurlagið og umhvørvið, og út frá hesum skipa umstøðurnar soleiðis at fólkið, vinnan og landið fær okkurt burturúr orkuskiftinum, sum heimurin kring okkum stendur mitt í.

Hvussu kunnu vit stuðla nýhugsan soleiðis at tað verður í Føroyum, at tey grønu arbeiðsplássini verða skapt?

Hvussu eggja vit fólki til at taka orkusnild val?

Kunnu vit skipa okkum soleiðis at tað, sum minkar um útlátið eisini gevur figgjarliga meining fyri fólk og vinnu?

Megna vit hetta, so hava vit bygt eitt grundarlag fyri, at tað føroyska samfelagið sum heild vinnur uppá tað grøna rákið.

Hetta krevur tó at vit eru framskygd og tora at taka avgerðir!

Eg skal vera tann fyrsti til at ásanna, at Jens Meinhard dregur fram nógv góð dømi, sum vit ikki sleppa uttan um í hesum sambandi. Eg vil eisini rósa honum fyri at skriva almennt um sína skepsis víðvíkjandi veðurlagsbroytingunum, hetta er alneyðugt fyri at skapa eitt kjak. Bert tey sum snakka saman, kunnu skilja hvønn annan. Og uttan forstáilsi fyri hvørjum øðrum, koma vit ongan veg.

Í hesu viðmerking royni eg ikki at rætta meg beinleiðis ímóti Jens Meinhardi, men at varpa nýtt ljós á partar av innihaldinum í hansara lesarabrævi.

Eg eri samdur við honom í nógvum, serlig tá tað kemur til orku- og umhvørvispolitikk, og eg haldi eisini, at oljan fer at hava ein leiklut í framtiðini. Tað er sjónligt at Jens Meinhard hevur góðar førleikar á hesum økinum.

Ein skjót leitan á álnótini vísur, at hann dagliga umboðar stórar fyritøkur, bæði innan oljuveiting og tænastuveiting til frálandsvinnuna. Hetta er eisini bakgrundsvitan, sum lesarin eigur at vita um, tí tað sigur okkum hvørjum sjónarhorni hann grundgevir út frá.

Tá tað kemur til veðurlagsbroytingar, so kemur Jens Meinhard við nøkrum góðum dømum, men grundgevingin fellur eisini í nakrar væl kendar fellur. Eg taki fult undir við honum tá hann setur spurnartekin við og ivast í tí vitanini, sum liggur til grund fyri mátanum vit skipa samfelagið.

Sum hann sjálvur dregur fram, so eru góð dømi um, at gransking hevur verið við til at mótprógva almennari misfatan. Fyri at leiða okkum víðari á hesa kós, taki eg fram dømi, sum eg haldi eru røtt, vísi á grundgevingar ið eru misvísandi, og á niðurstøður ið mangla undirstøði.

Vísindi og veðurlag
Veðurlagið er sannliga øgiliga komplekst, og har finst ikki ein persónur, sum sitir við øllum svarunum. Hetta er sjálvandi galdandi líka nógv fyri meg, sum fyri øll onnur. Ein hvør vísind má tó tola at fólk seta spurningar, serliga tá úrslitini hava stóran týðning fyri samfelagið. Her royni eg at svara uppá teir spurningarnar, sum Jens Meinhard ber fram, við at taka saman um vitanina um veðurlagið.

Tað tykist sum at øll eru samd í, at veðurlagsbroyting er nakað ið altíð hevur verið. Søguliga, so hevur veðurlagið skift ímillum ístiðir og millumístíðir (sum vit eru í nú). Í stuttum stýrast hesar broytingar av variatiónum í ringrásini, ið jørðin hevur um sólina, sum gevur regluligar broytingar í nøgdini av sólorku ið rakar jørðina. Hetta kallast Milanković-cyklus, ein cyklus, ið endurtekur seg hvørji uml. 100 000 ár.

Jens Meinhard hevur heilt rætt í, at í styttri tíðarbilum, hevur orkan ið sólin sjálv útgevur, við sær broytingar í hitanum á jørðini. Hetta er millum annað orsøkin til broytingarnar í miðalhitanum seinastu 150 árini.

Men síðan í 1980’ini er sólorkan minkað samstundis sum at hitin er hækkaður!

Fyri meg er hetta eitt týðiligt tekin um at onnur ávirkan vinnur á natúrligu variatiónunum.

##med2##
 
Figure 1: Mátingar av sólorku og miðalhita á jørðin, frá amerikanska rúmdstovnin NASA

Tá ið tað kemur til grundgevingar fyri og ímóti veðurlagsbroytingum, so skjýtur Jens Meinhard eitt sindur í allar ættir. Lesarabrævið staðfestir, at veðurlagsbroytingar ikki eru til diskusjón, men hann argumenterar samstundis fyri, at har eru dømi um at veðurlagið ikki broytist.

Jens Meinhard setur eisini spurnartekin við um veðurlagsbroytingar yvirhøvur eru nakað ringt. Tílíkar ósamanhangandi útsagnir eru óheppnar, tí tað ger tað ógvuliga trupult at skilja hvat hann faktiskt meinar!

Har er lítil ivi um at Jens Meinhard hevur rætt í, at á alnótini ber til at finna tað svarið vit ynskja, hvat viðvíkur veðurlagsmálum. At siga hetta, og so velja sær 2-3 granskarar, sum man byggir sínar grundgevingar á, er at detta í sín egnu fellu.

Í lesarbrævinum eru fleiri pástandir um veðurlagsbroytingar, sum við eini skjótari leitan á álnótini verða avdúkaðar sum skeivar. Ikki tí at spurningarnir eru skeivir, men tí fleiri ymiskir og óheftir stovnar og granskarar hava testað pástandirnar ferð eftir ferð, uttan at finna hald í tí.

Dømi uppá hetta er m.a. at hitin ikki er hækkaður seinastu árini, og at veðurlagsmodellir ikki eru haldgóð. Pástandir ið mangla vísindaligt hald, eiga ikki at vera tikin við í einum vísandaligum kjaki.

Ein grein í Berlingske er ikki vísind, men ein pástandur. Fyri at kalla okkurt vísindi, so skal granskingin vera givin út í einum vísindaligum tíðariti. Hetta er ein tilgongd, sum ofta tekur langa tíð, tí fleiri óheftir granskarar skulu hyggja í gjøgnum øll aspektir av granskningini, og kanna um granskingin er haldgóð. Aftaná at ein grein er givin út, sleppa allir granskarar at eftirprógva metodirnar og úrslitini, fyri at víðari testa granskningina.

Tann stóri spurningin sum Jens Meinhard setur fram, er um mannaskapt CO2 hevur týdning fyri veðurlagsbroytingarnar. Sum eg lesi lesarabrævið, so er har tó eingin ivi í at veðurlagið í løtuni er í broyting, ei heldur um at menniskjalig brenning av koli, olju og gassi førir við sær útlat av CO2.

Tann einasta grundgevingin fyri at okkara útlat av CO2 IKKI er orsøkin til veðurlagsbroytingar, er at søguliga er hitin á jørðini hækkaður áðrenn CO2 innihaldið í atmosfærini hækkar. Hetta er púra rætt.

Uttan at blíva ov tekniskur, so hava granskarar kannað innihaldið í luftbløðrum í kjarnum í ísinum á Antarktis, og á tann hátt greitt frá CO2 innihaldinum og miðalhitanum í atmosferuni tey seinastu uml. 800 000 árini. Úrslitini vísa, at tá jørðin hitnar ímóti endanum av eini ístíð, so tekur tað langa tíð áðrenn CO2 innihaldið hækkar.

Hví hækkar CO2 innihaldið áftaná? Tá høvini hitast megna tey ikki at halda uppá eins nógv CO2, og “yvirskotið” endar í atmosferina. Á sama hátt megnar tiðnað grund ikki at halda uppá eins nógv metan, sum fryst grund, og hetta sleppur so eisini upp í luftina.

Gjøgnum kanningar á kanningarstovum, er eingin ivi um at CO2 og metan avgera hvussu væl atmosferan bjálvar. Søguliga hava hesi vakstrarhúsgassini ikki sett gongd á  veðurlagsbroytingarnar, men hava tó verið teir avgerandi faktorarnir fyri hvussu stórar veðurlagsbroytingarnar hava verið.

Jens Meinhard grundgevur sjálvur fyri at ístíðir hava verið á jørðini; men uttan at ásanna, at CO2 innihaldið í atmosferuni er avgerandi fyri hitabroytingum, og tá ber ikki til at forklára skiftini frá ístið til millumístíð!

Tann stóri munurin við veðurlagsbroytingum hesa ferð, eru vit menniskju. Við at lata út stórar nøgdir av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum, hava vit munandi økt mongdina av hesum í luftini, sum verður mátað í “parts per million - ppm”.

Mongdin av CO2 í atmosferuni, hevur søguliga sveiggjað nógv, men hevur ongantíð verið omanfyrri 300 ppm í tí tíðini vit hava dáta frá ískjarnum, tað vil siga seinastu uml. 800 000 árini. Mátingar vísa tó at mongdin hevur verið ommanfyri 400 ppm, seinastu fáu árini.

##med3##
 
Figure : Mátingar av CO2 mongdin í atmosferuna, frá Climate.gov og amerikanska stovnurin fyri atmosfera og hav, NOAA

Miðlar og politikk
Í lesarbrævinum setur Jens Meinhard spurnartekin við um granskarar eru samdir í veðurlagsmálinum. Hvat byggir hann hendan pástandin á? Enn einaferð vísir ein skjót leiting á álnótini at har er ríkiligt av vísandaligum tilfari, sum vísir at í millum 90-100% av granskarum á økinum eru samd í at veðurlagsbroytingarnar eru mannagjørdar.

Eg er tó samdur í at vísind ikki er eitt demokrati, og at man má hyggja at grundarlagnum. Avbjóðingin hjá teimun ið ivast í um vit menniskju eru orsøkin til veðurlagsbroytingarnar er, at granskningin longu hevur kannað grundarlagið út í æsir, og har er ógvuliga greið semja. Ja, verðurlagið er ein kompleks skipan, og ja, har eru enn partar vit ikki skilja til fulnar.

Men tá tað kemur til um tað eru menniskju, sum eru orsøk til útlat av vakstrarhúsgassum og harvið stýra veðurlagsbroytingunum, so er lítil ivi.

Í hesum sambandi haldi eg eisini at tað sera óheppið, at Jens Meinhard kritiserar IPCC. Hann tekur jú sjálvur til orða at vit skulu umganga ósamanhangandi politiskar avgerðir. Øll vita at har eru nógvir og ymsikir pástandir og granskingar um veðurlagið.

Hvussu skulu vit skapa eitt haldgott grundarlag at taka avgerðir á uttan eitt altjoða panel av serfrøðingum? IPCC er jú akkurát ein stovnur fyri at savna og taka saman um ta vitan vit hava um veðurlagið.

Fleira miðlastovnar í grannarlondum, eitt nú NRK í Norra, hava sett sær ein veðurlagspolitikk. Hetta er tí, at veðlagsbroytingar eru so kompleksar at hvørt einstakt miðlafólk ikki kann taka støðu til hvør útsøgn er háldgóð ella viðkomandi. Hetta er ikki tað sama sum, at spurningurin ikki verður tikin upp um nú veðurlagsbroytingar eru mannagjørdar ella ikki. NRK hevur bert ásannað, at tað gevur eina falska javnvág, um skeptiska sjónarmiðið sleppur framat hvørja ferð.

Granskingin á økinum er ikki býtt í tveir eins stórar partar, ein fyri og ein ímóti, og tí eigur senditíðin í miðlunum heldur ikki at vera tað. Ein miðlastovnur, ið tekur tín leiklut í álvara, skal ikki bert seta spurnartekin við um viðurkend gransking er røtt, men heldur varpa ljós á, hvat vit kunnu brúka hesi úrslit til, og hvussu tey ávirka okkum sum fólk og samfelag.

Eg vil gjarna spyrja hvat Jens Meinhard meinar við ‘veðurlagsaktivismu’? Hann definerar eitt “hini”, sum hann er ósamdur við, uttan at siga hvørji tey eru.

Eru tað tey, sum binda seg til traktorar fyri at verja náttúruna? Ella tey, sum stilla upp til val fyri at taka upp veðurlagsmál?

At geva fólki eitt heiti tey ikki sjálvi hava valt, elvir ikki til forstáilsi, men virkar heldur polariserandi. At liva uttan telefon og teldu, er ikki ein reellur møguleiki í dagsins samfelag. Vit koma ikki framá av at krevja hetta av fólkið heldur.

Eg heiti á veðurlagsrealismu, og at vit eru tilvitað um forbrúk og útlat. Ikki keypa nýtt áðrenn tað gamla ikki heldur ella riggar. Ikki flúgva á fleiri vikuskiftistúrar og fundir uttanlands, far heldur eina longri ferð. Gang til arbeiðis tá líkindi eru, og koyr saman, tá veðrið er ófantaligt. Keyp grønmeti av Sandi.

Umhvørvið, orku og veðurlagátak
So eru vit komin til partin har eg fyri tað mesta er samdur við Jens Meinhardi!

Orkuumleggingin á landi í Føroyum er ikki komin nóg langt, hetta eigur at vera uppraðfest. Ferð má setast á orkuskiftið. At binda seg til at keypa brennievni uttanlands, til ein prís sum er torførur at spáa, er ikki tann besta loysnin. Serlig tá tað ber til at heysta orku í føroyska nátturuni.

Heldur enn at keypa orkuna, kundi man skipað seg soleiðis, at tað eru føroyskar fyritøkur og arbeiðsfolk sum forvinna uppá rakstur av grønum orkuverkum.

Møguleikarnir at vinna uppá orkuskiftið eru stórir, bæði í Føroyum og uttanlands, til dømis innan uppsetan og viðlíkahald av sólorku, vindmyllum og hitapumpu-skipanum.

At blíva orkusnildur er bíligsti háttur at minka um okkara ávirkan á umvhørvið og veðurlagið. At bjálva húsini er avgjørt eitt grønt átak, og tað sama er at skifta eina oljúfyring út við eina hitapumpuskipan.

Allar best er um man ger bæði tvey!

Nógv lond leggja avgjøld á útlát av vakstrarhúsgassum fyri á tann hátt at eggja til at øll minking av útláti hevur við sær fíggjarligan vinning.

Jens Meinhard greiðir væl frá teimum umhvørvsligu og menniskjaligu avleiðingunum í samband við battarí-framleiðslu, og eg eri samdur í at tær eru ógvusligar. Hetta er galdandi fyri øll báttarí, ikki bara tey í el-bilum. Har vóni eg at áltjóða felagskapir, sum ES, duga at brúka handilssáttmálar til at seta ófrávíkilig krøv til arbeiðs- og umhvørsviðurskifti.

At ogna sær ein el-bil er ikki tað sama, sum ein rein samvitska í veðurlágsmálinum. Tað passar at útlatið í framleiðsluni av einum el-bili er størri enn hjá einum bil í koyrir uppá lívrunnið brennievni.

Tølini vísa tó at yvir livitíðina hjá einum bili, so er samlaða útlatið av einum el-bili munandi minni enn hjá einum tilsvarandi lívrunnum bili, sjálvt tá el-bilurin verður løddur við streymi frá olju ella koli!

Hetta kemur av at termisku orkuverkini (olja/kol/gass) eru meira orkueffektiv enn motorarnir í bilum. Tey megna at fáa meira nýtslu burturúr brennievninum, og tí fær ein meira orku úr sama útláti.

Hetta er eisini orsøkin til at eg eri samdur við Jens Meinhard um at tað er skilagott at byggja út landstreym á havnaløgum. Umframt at minka um lokalt óljóð og dálking, fer hetta at minka samlaða útlátið frá skipum sum liggja við bryggju.

Tað er tó óskiljandi, at man hevur eina skipan sum ger tað bíligari fyri fólk at ogna sær stóran og flottan battarí-SUV, men ikki ein lítlan hybrid-bil.

Ein meira sosialur politikkur kundi verið at stuðla mvg-frítøku, ið er avmarkað til eitt loft, sum svarar til ein lítlan el-bil, og eitt vektgald, ið avspeglar slitið eitt akfar hevur á vegin.

Her skal tó nevnast, at tá tað kemur til slit á vegin er tað minni munurin millum ein el-bil og eitt nú ein bensin bil, og tað er heldur størri munur á støddini á akfarinum.

Eg taki undir við, at olja er ein effektiv kelda til orku. Olja fer at hava ein týðandi leiklut eisini í framtíðini, bæði sum orkukelda og í framleiðslu. Jens Meinhardt nevnir fleir góð dømi, og eg vil legjga afurat at plastikk  t.d. hevur ein avgerandi leiklut í at leingja um haldføri á nógvum mati.

Vit sleppa heldur ikki undan termiskum orkuverkum til el-framleiðslu í fyrsta umfari, tí tey hava ein avgerandi leiklut fyri veitingartrygdina í el-kervinum.

Har kann ein hyggja til grannalondini, t.d. Norra og Íslandi, har tey longu fanga kolevni frá framleiðslum við stórum útláti, og goyma tað í undirgrundini.

Leiðin framá
Eg eri nú komin við mínum viðmerkingum til lesarbrævið hjá Jens Meinhard.  Eg vóni at lesarin skilur eitt sindur meir um hvussu vísindin hevur skipað seg fyri at testa pástandir og spurningar.

Veðurlagið er rættiliga komplekst, men tað vísindaliga grundarlagið loyvir lítlan ella ongan iva vera um at útlátið frá okkum menniskjum ávirkar veðurlagsbroytingarnar.

At seta spurnartekin við pástandir, og at vera opin um óvissuna og kompleksitetin í einum máli, er sjálv kjarnin í vísindaliga arbeiðsháttinum.

Um man ynskir eitt upplýst og opið kjak, so er tann einasta leiðin at ásanna at øll ikki hava førleikar á øllum økjum.

Man spyr ikki ein lækna um ráð tá man skal bora eitt berghol, og man spyr ikki maskinmeistarin tá ið man hevur ilt í búkinum.

Tá tað kemur til veðurlagsbroytingar, orkuskiftið og umhvørvið, so vil eg mæla til realismu og framskygni.

Tillaga vit okkum rætt, so kann fólkið, vinnan, samfelagið og jørðin faktiskt koma væl burturúr grøna orkuskiftinum!

Hetta fer at krevja nakað av borgarunum, stjórum og politisku skipanini, men sum vit hava sæð við koronu, so kemur mann rættliga langt um øll draga somu línu!

Robin B. Zweigel
BSc. Meteorologi og oseanografi – Univ. I Bergen
BSc. Geofysikk og klima – Univ. I Oslo
MSc. Geovitenskap - Univ. I Oslo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo