Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur á heimasíðu sínari tann 25. februar eina rætting til grein í Dimmalætting um møguligan kynsligan ágang.

Kommunan skrivar millum annað, at “kommunan og stovnsleiðarin hava frá byrjan verið í tøttum samstarvi við avvarðandi myndugleikar, harundir um støðuna hjá starvsfólkinum og um kunning til starvsfólk og foreldur... neyðugar avhoyringar eru gjørdar, málið er kannað av avvarðandi myndugleikum, og er síðani slept, uttan at ákæra er reist móti starvsfólkinum”.

Foreldrini kunnu bara svara fyri sín part, og tey halda enn sum áður, at dagstovnurin/Tórshavnar kommuna hevur kunnað ov lítið í hesum málinum. Foreldrini vísa á, at tey høvdu einki hoyrt í yvir tveir mánaðir, men tá fokus kemur á málið, so er nýggj kunning at frætta gjøgnum miðlarnar: At málið er slept av løgregluni.

Eisini fílast foreldrini á, at einasta kunning frá stovninum seinastu tíðina er ein "kreppufundur" í seinastu viku við nøkur av avvarðandi foreldrunum, har tað einasta dagstovnaleiðarin roynir at finna útav er, hvør hevur slatrað til pressuna.

Hóast foreldrini ikki høvdu væntað hetta útfallið, at málið nú er slept, so mugu tey liva víðari við hesum í sinninum. Tey vísa á, at tað týdningarmiklasta er – enn sum áður – at børnini verða vard.

Slapp at arbeiða hóast meldaður fyri kynsligan ágang
Tórshavnar kommuna skrivar eisini á heimasíðuni, at “meðan kanningararbeiðið móti starvsfólkinum fór fram, var starvsfólkið ikki til arbeiðis á stovninum”.

Foreldrini vísa á, at viðkomandi var til arbeiðis, eftir at fyrsta fráboðanin var latin inn, og at tey kendu seg ótrygg við støðuna og bóru seg aftur við at lata børn síni fara á stovn. Foreldrini siga, at tað var ikki fyrr enn tey gjørdu dagstovninum vart við hetta og kravdu, at starvsfólkið, ið illgruni var um tann møguliga kynsliga ágangin, fór av arbeiðsplássinum, at nakað hendi.

Foreldrini siga í hesum førinum, at tey sakna greiðari mannagongdir frá Tórshavnar kommuna, so bæði foreldur og stovnar, ið koma í líknandi støðu, vita, hvussu farast skal fram í tílíkum málum.

Tað fær okkum í Dimmalætting at spyrja Tórshavnar kommunu sama spurning:

– Hevur Tórshavnar kommuna greiðar mannagongdir, tá illgruni er um kynsligan ágang á dagstovni?

– Kann eitt starvsfólk, hóast tað er meldað fyri kynsligan ágang, enn vera til arbeiðis til kanningararbeiðið fer í gongd?

Sigurjón Einarsson, redaktørur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo