Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Trupulleikin við at fólkatingið játtar pengar er, at nú hava fólkatingsmenn avgjørt, hvar ein høll skal byggjast. Tað tilkemur heilt einfalt ikki tykkum at avgera tað.

Tit vistu at tvær ætlanir eru á borðinum. Allíkavæl frávaldu tit, uttan at spyrja Føroya Løgting. Tað er ikki smart.

Tit vita at høllin skal vera til landsliðið og tað er einasta grundgevingin fyri at lata almennan stuðul.

Tit áttu at vita, at meðan onnur ætlanin er arbeidd frá botni og upp, soleiðis at øll ynskir eru við, so er hin eitt kopi, sum nú tekningar eru almennar, kanska haltar seg ígjøgnum nøkur krøv við lagaligheit, men als ikki lýkur framtíðar krøv.

Hitt alternativið hevur gjørt pláss til øll ynskini hjá HSF. Vit lúka øll krøv hjá IHF/EHF.

Vitjað er í hallum, HSF hevur upplýst sum góðar og øðrum við. Og vit hava pláss til konferansur og konsertir um tað er ynskiligt. Høllin tit frávaldu er 1.000 fermetrar størri, fyri at lúka ynskir og framtíðar krøv.

Spurnartekin er sett við leistin, sum skal til viðgerðar, sum serstakt mál, á Løgtingi áðrenn Jól!

Tað var ongin saklig orsøk til at velja tað dýrastu ætlanina, sum ikki lýkur ynskir og kanska heldur ikki krøv.

Palliba er heldur ikki spurdur, men álagdur at gjalda eykarokning á 100 milliónir.

Tað keðiliga er, at hetta gevur onga meining. Hetta er idioti út um alt mark. Og vandin fyri at ongin høll verður bygd er størri enn neyðugt.

Stuðilin tit hava útvegað er 1/8. Av okkara verkætlan svarar tað til ¼.

Høvdu vit fingið slíkan stuðul, so hevði høllin verið bygd!

Men tað hava tit frávalt!

Tórshavnar kommuna kundi bygt eitt kopi av okkara høll fyri tær 109 mió. sum tey hava sett av og uttan danskan stuðul og øll vóru glað!

So slapst eisini undan at kalla høllina Christiansborg Arena. 

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo