Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið: Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini.

Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin á Glasi og hósdagin fáa næmingarnir á Kambsdali undirvísing. Undanfarin ár hava vit endað við einum almennum tiltaki fyri fakfólk og foreldur. Vegna umstøðurnar við Koronu, er fyrilesturin í ár framleiddur sum ein sending til sjónvarpið. Fyrilesturin eitur: “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” við Marini í Dali, lækna. Hann verður vístur í Kringvarpinum hóskvøldið 11. februar kl. 19.50.

Í ár eru fyriskipararnir við úti á skúlunum, og næmingarnir fáa høvi at tosa við fyriskipararnar og hoyra, hvørjum arbeitt verður við, og næmingarnir fáa høvi at seta spurningar og luttaka í kappingum.

Fyriskipararnir bjóða teimum luttakandi postkort, krabbagággu, hít, bomm, endurskin og pennar.

Ynskiligt hevði verið, um vit eisini kundu bjóðað næmingum í Fólkaskúlanum undirvísing, men hetta verður tíverri ov umfatandi.

Fyrireikararnir eggja tó lærarum at taka evnið upp í sambandi við vikuna. Til hetta hevur Nám lagt tilfar á www.snar.fo, sum lærarar kunnu nýta í undirvísingini í Viku Sex.

Endamálið við Viku Sex er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo