Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

VIKMAR: Vit vita øll hvussu alt sær út á landi, á Mánanum osv. Men havbotnin kring oyggjarnar kenna vit ikki neyvt, sjálvt um vit liva av tí sum er í havinum.

Jarðarskorpan er fevnd av 70% hav og 30% landfast øki, men av hesum 70 prosentunum, er bert 20 prosent kortlagt.

Vikmar eXplorer kortlegði Høgnaboða og vísti hvussu hesin sær út.

Nú hevur Vikmar eXplorer víðkað hetta økið, so tað nú umfatar 174km2, frá Stongini og til Mjóvanes.

Her er stórsligið landslag at síggja á botni, og gevur hetta nýggja kortið eina rúgvu av upplýsingum um hetta økið.

Men upplýsningarnir eru sera nógvir og kundu verið brúktir til nógv annað, t.d. betur navigatións kort, betur rák kort, slag av botni umframt skráseting av veðurlags og umhvørvis broytingum osv.

Kortini eru há-upploysilig, og tí síggjast nógvar detaljur. Vikmar hevur eisini gjørt tað møguligt at síggja 2 vrak í hesum økinum. Dømi um hetta kann síggjast á hesari leinkju https://bit.ly/3u4mgwq

Vikmar hevur lagt hetta fiskikort ókeypis á www.fishin.fo so øll hava møguleika at síggja botnin har og t.d. brúka hetta tá fiskað verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo