Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leirvíkar Missiónshús: Hetta vikuskifti bjóðar Leirvíkar Missiónshús til vikuskiftismøtir í samband við at trúboðaraparið Wilson og Grace Goeda úr Suðurafrika eru á vitjan í Føroyum. Umframt at tey koma at tala verða eisini tónleikaframførslur við TOS, Blátt Gras og High5.

Wilson og Grace eru trúboðarar og hava eina heldur øðrvísi lívssøgu, enn nógv av okkum kenna til. Wilson var hildin sum trælur, tá hann var smádrongur. Hann vaks upp undir Apartheid, har tey hvítu fóru illa við honum, og upplivdi m.a. at verða skotin eftir. Í dag ferðast hann víða og undirvísir innan YWAM.

Grace, kona Wilson, er úr Namibia og rekur heimið Dignity Centre, sum hjálpir gentum/kvinnum, ið have verið neyðtiknar, misnýttar og eru vorðnar við barn.

Umframt forkunnugu vitjanina úr Suðurafrika framføra eisini tríggir vælkendir bólkar á føroyska tónleikapallinum. TOS hava givið tvær fløgur út, Blátt Gras vóru tilnevndir at eiga ársins sang á FMA 2015, og fimm mennirnir, ið manna High5, bergtaka við sínum vakra Gaither-líknandi sangstíli.

Møtini vera fríggjakvøld og leygarkvøld kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00. Talurnar vera eisini tolkaðar til føroyskt.

Skráin fyri vikuskifti sæst á leirvikar.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo