Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Nú kemur loksins ein føroysk veðurstova, sum bíðað hevur verið eftir síðan 2009, tá Føroyar yvirtóku málsøkið. Kortini undrast Eyðgunn Samuelsen á, hví veðurstovan er staðsett í Tórshavn, tá arbeitt hevur verið við veðurfrøði aðrastaðni í landinum.

Herfyri skrivaði Vørn tey gleðiligu tíðindi, at ein veðurstova endiliga verður sett á stovn í Føroyum. Samstundis verður eisini boðað frá, at veðurstovan fyribils skal húsast við Hoyvíksvegin í Havn.

- Tað er ongin loyna, at arbeitt verður innan veðurfrøði bæði á flogvøllinum og í Norðoyggjum, og partvíst eru hølir og útgerð tøk har. Tí vóru tað fleiri við mær, sum undraðust á, hví landsstýrið hevur valt at staðseta veðurstovuna í Havn, sigur Eyðgunn Samuelsen, og heldur fram:

- Hetta setir eisini hol á ein uppaftur størri spurningum um, hvørjar ætlanir samgongan hevur viðvíkjandi miðspjaðing av almennum stovnum. Undanfarna samgonga hevði sum mál, at nýggir almennir stovnar skuldu í størst møguligan mun verða staðsettir uttanfyri miðstaðarøkið.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett landsstýrismanninum í fiskimálum, sum varðar av málinum, ein fyrispurning um málið. Í fyrispurninginum vil hon hava greiðu á, hvørji atlit eru tikin til staðsetingina av veðurstovuni, og um ætlan er at flyta veðurstovuna ella partar av henni út um landið. Harafturat spyr hon eisini, hvørja ætlan samgongan hevur viðvíkjandi miðspjaðing av almennum stovnum.

Landsstýrismaður hevur 10 yrkadagar at svara fyrispurninginum frá Eyðgunn Samuelsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo