Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um kringvarpsgjald, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógvir landsstovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir, kommunalir stovnar og vinnufeløg rindaðu kringvarpsgjald fyri 2019?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um broytingar í gjaldinum hjá hesum?

Viðmerkingar
Í 2015 vórðu broytingar gjørdar í kringvarpslógini, og skuldu allir teir omanfyrinevndu stovnar og feløg nú gjalda kringvarpsgjald.

Fyrispurningurin er settur fyri at fáa greiðu á, hvussu nógvir teir eru í tali, ið gjalda kringvarpsgjald, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um broytingar viðvíkjandi tí.

Á Løgtingi, 7. august 2020
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo