Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tað mundi vera stutt eftir, at hann var vorðin blaðstýrari á javnaðarblaðnum “Sosialurin”, at eg á fyrsta sinni hitti Vilhelm Johannesen, ella Vilhelm hjá Bethuel, sum norðoyingar rópa hann. Í 1972 ella 73. Vit høvdu okkara dagligu gongd á Kondittarínum hjá Frantz, tá vit á motordrivnum hjólhestum komu oman úr Hoydølum, og tann eina dagin kemur hesin 30 ára gamli klakksvíkingurin so spelkin tóvandi niðaneftir Niels Finsensgøtu, og studentaskúlanæmingarnir, ið vóru komnir út á Káta Hornið í góðveðrinum, ynsktu sjálvandi at spjalla um politikk við hendan nýggja sjefideologin hjá Javnaðarflokkinum. Hann hevði tikið stafettina upp eftir hugsjónarmannin Villa Sørensen, sála, sum hevði verið sjefredaktørur í 18 ár, táið hann gjørdist landsstýrismaður eftir deyða P. M. Dams í 1968. Tórfinn Smith hevði leiðsluna í tíðarskeiðnum ímillum Villa og Vilhelm. Javnaðarflokkurin sat tá í stjórn saman við Sambandinum og Gamla Sjálvstýrinum, og hesir braneggjaðu næmingarnir, ið teir flestu lógu vinstrumegin miðjuna, tað var modernað tá, ynsktu at fáa at vita frá Vilhelmi, um tað røktist nakað fyri einum framtíðarsamstarvi ímillum Tjóðveldis- og Javnaðarflokkin. Hann kom ivaleyst við einum politiskum svari, men var ikki avvísandi. Seinru helvt av sjeytiárunum virkaðu hesir flokkar saman við Fólkaflokkinum í landsstýrinum, og tað man vera ímillum frægastu stjórnir Føroyar hava havt undir heimastýrisskipanini.

Vilhelm fyrikom mær at vera ein sera dámligur maður, og hann gav sær stundir at práta við studentaskúlanæmingarnar, sum kundu vera rættiliga harðmæltir og avgjørdir á ideologiska mótinum um tað mundið. Nógv vatn rann kortini í ánna, áðrenn eg kom á tal við hann aftur. Umleið ein fjórðingsøld. Meðan eg brúkti hesi 25 árini í vinnu á heimshøvunum helt Vilhelm áfram á politisku slóðini.

Hann er føddur í Klakksvík 4. august 1942. Sonur Estrid og Bethuel Johannesen. Hann hevur helst tykist við tað sama sum allir aðrir dreingir í Klakksvík í barna- og tannárunum. M.a. var hann skótaleiðari hjá grønu skótunum, undir yvirskipaðari leiðslu hjá Heina hjá Gudda, og har hevur hann helst lært seg leiðslusnildi. Hann gjørdist postmaður, eitt álitisstarv, men hóast hann bara hevði gingið barnaskúlan og hevði verið á einum longri háskúlaskeiði á flatlondum, so brendi ein politiskur kyndil innan í honum, sum onnur varnaðust. Tað er ongin loyna ímillum norðoyingar, at bryggjarin Einar Waag, gamli Einar róptur, hevði ein fingur við í spælinum í øllum tí sum onkursvegna hevði við Javnaðarflokkin at gera í Norðoya valdømi. Einar var í áhuga hertikin av samfelagsmálum og politikki, og hann sat sjálvur á Løgtingi árini 1950-54. Eisini gav hann út nógv brúktu bókina Val og valtøl.

Líkamikið hvør ið rekrutteraði Vilhelm hjá Bethuel, so er tað ein sannroynd, at hann er blaðstjóri á Sosialinum frá 1972 heilt fram til november mánað 1979, tá hann gerst landsstýrismaður í heilsu, sosial- og ídnaðarmálum. Men longu í 1975 gerst hann býráðspolitikari í Klakksvík, og har situr hann fram til 1984. M.a. var hann rættiliga íðin í arbeiðnum, at fáa í lag eina nýggja býarætlan fyri Klakksvíkina, tá hann var formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Tey tvey árini 1977-79 var hann formaður í Føroya kommunufelag. Hann var limur í Vanlukkutryggingarráðnum árini 1971-75. Formaður í stýrinum fyri Norðoya Røktarheim árini 1984-85 og formaður í stýrinum fyri Klakksvíkar sjúkrahús árini 1991-93.

Fekk tað inn við móðurmjólkini at gerast óvanliga íðin avíslesari. Serliga legði eg meg eftir at lesa oddagreinarnar í teimum politisku bløðunum. Mamma mín abboneraði uppá tey øll somul. Danski politikarin Søren Krarup spurdi meg einaferð á Fólkatingi, hvaðani eg hevði lært tað framúrskandi gamla danska málið eg brúkti, hetta eru hansara orð, og eg segði honum, at tað fyri tað mesta var komið av at lesa donsku oddagreinarnar hjá G. L. Samuelsen í Dimmalætting. Fynd var eisini altíð í oddagreinunum hjá Vilhelmi í Sosialinum, hann hevði altíð eitt poeng, tað boðar frá høgum intelligensi, og tað skein burturúr tí sum hann legði fyri dagin, at hann hevði eitt hukomilsi, sum segði spar tvey til alt annað.

Ein annar stórleikari kom inn á politiska pallin hesi árini. Atli P. Dam, - ímillum størstu politisku talent hetta landið hevur fostrað. Gangast má út frá, at hann rættiliga skjótt hevur sæð potentialið í væl útborna postboðnum í Klakksvík. Tey eru ikki hvørji sum helst, hesi, sum hava mannað kongarekkjuna hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum. Jákup á Bakkanum, Einar Waag, Richard Jacobsen, Poul Jacob á Dalinum, Villy Sørensen og eftir Vilhelm tey bæði Eyðgunn Samuelsen og Aksel Vilhelmsson Johannesen. Hóast Vilhelm ikki var tingmaður í 1979, táið hann gjørdist landsstýrismaður, so er valla nakar ivingur um, at Atli og Vilhelm sveiggjaðu so mikið væl saman, ideologiskt og politiskt, at Atli ynskti at hava hann undir liðini á sær, sum ein av commandantunum, á framtíðarslóðini. Vilhelm var valdur á ting í 1980 og var í politisku skipanini, sum løgtings- og landsstýrismaður, haðani og fram til 2008, táið hann valdi ikki at stilla uppaftur. Hann er kendur fyri sítt røðusnildi, fyri at skriva dygg álit, fyri at vera serstakliga hittinorðaður og ikki minst fyri sín kvikleika í replikkini, eitt kynstur sum sonurin Aksel hevur arvað frá pápanum, og sum hann gerst sterkari í frá degi til dags.

Harvið hevur Vilhelm brúkt allan sín manndóm og alla sína arbeiðsmegi í føroyskum politikki, umframt alt annað hann hevur tykist við. Hann var útbúgvingarleiðari hjá Postverki Føroya og so skrivaði hann eisini hina frálíku bókina Postur í Føroyum 1870-2000, sum kom á marknaðin í 2001. Hóast rættiliga lítið skúlaður dugir maðurin ómetaliga væl at skriva og stílurin er lættur og melodiøsur.

Einaferð spurdi eg teir báðar Finnboga Ísakson og Vilhelm Johannesen hvussu tað mundi bera til, at Atli saðlaði um í  74/75, og fór frá tí tryggu heimastýrissamgonguni til eina ACE-samgongu. Helst hevur hesin dynamiski ungi maðurin, nýkomin á politiska leikpallin, kent á sær, at systemið mátti moderniserast. Reint ítøkiliga hendi kortini tað, at Vilhelm, tað eina kvøldið í 1974, sat uppi á Heygsbreyt, á Sosialinum, og redigeraði blaðið. Nú letur brádliga í telefonini. Bygdarmaðurin, Finnbogi Ísakson, er í hinum endanum. Hann var eitt hálvt ár yngri enn Vilhelm, tí kendust teir rættiliga væl, vóru vinmenn. Vilhelm var ikki tingmaður, tað var Finnbogi, júst afturvaldur, og hann var vorðin deyða troyttur av at sita í andstøðu. Hann spyr Vilhelm, um teir báðir ikki skulu fara inn á gólvið hjá Atla, sum tá búði í Gundadali, nakað omanfyri gamla svimjingarhylin. Tað var gamaní, men Vilhelm skuldi fyrst skava seg lidnan við blaðið, og Finnbogi spákaði ímeðan niðan á prentsmiðjuna hjá javnaðarmonnum. Haðani gjørdu teir ferðalag niðan í Gundadal, og ta náttina vóru lunnarnir lagdir til hina frægu samgonguna frá 75-81. Tríggir pragmatiskir menn og góðir politikarar smíðaðu, meðan jarnið enn var heitt. Sundstein mundi vera toghaldari hjá Fólkaflokkinum soleiðis, at hesin gjørdist ein partur av hesi somu samgongu.

Hjá Vilhelmi og mær rann samanaftur í 1998. Sum spildurnýggjur í einum øðrvísi høpi er tað trupult at finna útav, hvat ið vendir upp og hvat ið vendir niður. Politikkur er eitt handverk, sum skal lærast. Skjótt finnur tú eisini útav hvussu kemiin sveiggjar saman við øðrum á hesum hermóti, líkamikið hvønn flokk viðkomandi annars umboðar. Tá hildu vit til á gamla tinghúsloftinum, táið vit ikki sótu í tingsalinum, og tað rann skjótt saman hjá okkum báðum Vilhelm. Tað var ikki bara tað, at vit royktu líka illa báðir, men eisini hesin serligi humorin eystanfyri Sundalagið festi okkum saman. Óteljandi anekdoturnar úr øllum Føroyum, sum vórðu serveraðar hesi árini uppi á tinghúsloftinum og seinri í roykirúminum í gamla Telefonhúsinum, vóru balsam fyri sálina.

Vilhelm átti nógvar teirra. Stútt og støðugt kundi hann oysa søgur burturúr sínum óvanliga stóru goymslum. Nógvar fenomenalar søgur frá valstríðum í Norðoyggjum, táið valevnini ferðaðust bygd úr bygd í vikuvís eystanfyri Djúpini. M.a. um ta ferðina hann øtlaði veðrið í Hattarvík, og tað var um eitt hár gjørt, at teir gjørdust veðurfastir, áðrenn ta stóru finaluna í KÍ-høllini kvøldið eftir. Hin harðføri Hákun Djurhuus læt sær ikki siga, hann leyp á bláman og var sjóraður umborð. Á kroppi – men tað gjørdist ikki við. Hetta dámdi ikki teimum báðum Vilhelmi og Finnboga. Teir aftraðu seg. Tá letur í Vilhelmi í allari neyðini: “Tú Finnbogi, tú mást undir øllum umstøðum leypa á bláman, annars letur hin dystin lærdi Hákun teg úr politiskt í annaðkvøld í Høllini, og hann fer sjálvandi at spyrja, um hetta eru teir, ið ætla sær at stovna Republikkina, sum ikki megna kynstrið at flyta seg sjálvar ímillum oyggjarnar í Føroyum, líkamikið hvussu tað viðrar.” Báðir lupu tá á bláman, og seinri um kvøldið løgdu teir at landi hjá John Reid Bjartalíð, men tað er ein longri søga, sum má bíða.

Vit báðir Vilhelm høvdu nógv og gott samstarv øll hesi árini vit sótu á tingi saman. M.a. sótu vit í fíggjarnevndini árini 2002-2004, táið Óli Breckmann var formaður nevndarinnar, sjefdomptørur, og hóast seriøsitetin, vit skuldu jú forvalta ímillum 4 og 5 milliardir, er hetta stuttligasta skeið eg havi virkað í føroyskum politikki yvirhøvur. Undirhald fyri allar pengarnar. Tað er ongin loyna, at okkum báðum dámar at væta tunguna viðhvørt, tí kom ein bjór onkuntíð væl við eftir drúgvar og strævnar fundir. Og tá var ongin pragmatikkur at hóma, tað var Føroya bjór og bara Føroya bjór.

Nakrar túrar hava vit eisini verið uttanlands. Eitt nú á flatlondum, táið formansskapirnir á Fólka- og Løgtingi hava hitst saman við føroysku fólkatingsmonnunum. Einaferð vitjaðu vit á Isle of Man við fíggjarnevndini, tað var ta ferðina Óli Breckmann skuldi geva okkum eina rannsón av nýliberalistiskari skattahugsan. Tað gekk onki serligt, vit vóru ikki til at vika, og tað skemtiligasta frá tí ferðini er, táið vit ótu døgverða saman við stjørnini á oynni. Tá kom ein úr føroysku delegatiónini so illa fyri, at hann spurdi mr. Douglas, vinnumálaráðharra, hvørjum hermóti hann bardist á undir seinra krígnum. Støðan var spent eina løtu, eftir at Douglas hevði sagt viðkomandi, at hann var føddur í 1948. Fløkjan varð greidd, táið Óli Breckmann brúkti øll síni diplomatisku kynstur til at fortelja mr. Douglas, at viðkomandi hevði verið mismæltur, og at hesin hevði hugsað um Falklandskríggið heldur enn um seinra veraldarbardaga.

Væl er undankomið hjá Vilhelmi. Rokskiparar og politikarar. Og tað mundi vera ein stórur dagur hjá tær, Vilhelm, táið Aksel tók við embætinum sum løgmaður Føroya. Hugsi at linjan er hin sama, sum hjá pápanum, teir eru í slekt við teir norðurlendsku socialdemokratarnar Erlander, Palme, Gerhardsen, Brundtland, Krag og Per Hækkerup. Tað er nú ikki tað ringasta, táið ein tjóðveldismaður skal siga tað.

Mín góði vinur Vilhelm, skrivi hesa fátæku kvøðuna til tín, nú tað ikki fer at liggja fyri at aka norður at heiðra teg ímorgin. Ein annar politiskur føðingardagur er eisini á skránni, og tá farast skal um Skopunarfjørð, hongur ikki saman í tíðarmáli. Løgtingsformaðurin, partamaðurin og somuleiðis samstarvsfelagi á Føroya løgtingi  - Páll á Reynatúgvu - heldur hálvthundrað ára føðingardag í Ungmannafelagshúsinum heima á Sandi.

Mátti byrur og Guðs ríka signing fylgt tær í ókomnum døgum. Tað hevur verið ein framíhjárættur at kent teg og at virka saman við tær í ár so mong - Føroyum til frama.

Hjartaliga til lukku við trífjerðingsøldini.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo