Fleiri kanningar verða gjørdar í samband við at ein maður varð funnin lívleysur á sjónum stutt eftir klokkan 17 í gjár. Og á løgreglustøðini vilja tey fegin koma í samband við fólk sum vóru á Vestarubryggju seinnapartin í gjár, ímillum klokkan 15.30 og 16.00.
- Vit hava fyribils onga orsøk til at halda, at maðurin er deyður í samband við nakað brotsverk, men vit vilja fegin tosa við fólk, sum møguliga kunnu hava sæð okkurt sum hevur týdning fyri, at vit kunnu fáa eina fulla mynd av tí sum er hent, sigur vakthavandi. Tað er serliga fólk sum hava verið á Vestarubryggju og Ískajuni, sum politiið vil tosa við.
Maðurin skuldi til skips, og kann hava verið áhaldsin og dottin á sjógv, er eitt ástøði.
Annars hevur verið friðarligt, frættist.
Í Havn og Klaksvík komu boð til politiið um, at ymiskir leysir lutir ikki vóru nóg væl surraðir í nógva vindinum. Og í høvuðsstaðarøkinum gjørdi politiið eitt serligt átak til tess at avdúka um onkur koyrdi við kenning, og har vórðu tveir bilførarar tiknir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo