Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum hjá samgonguflokkunum hava boðið formonnunum í samgonguflokkunum og samgongulimum á fund í Klaksvík týsdagin.

Fundurin verður í Gamla Seglhúsið.

Evnið á fundinum er ikki ókent: Avtakið tunnilsgjaldið í undirsjóvartunlunum, sum lovað var undir valinum og eftir valið, og tað skjótast gjørligt.

Fundurin í Klaksvík týsdagin er framhald av fundi, sum valfeløgini hava havt áður við floksformenninar, tá lovað var, at tunnilsgjaldið skuldi avtakast.

Men tað er so ikki hent enn.

Valfeløgini eru enn sum áður einmælt samd um, at gjaldið skal burtur, nú báðir undirsjóvartunlarnir eru útgoldnir.

Valfeløgini eru eisini samd um, at verður tunnilsgjaldið ikki avtikið nú undir eini borgarligari samgongu, verður tað ikki gjørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo