Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fríggjakvøldið 19. feb. var eitt púra avsporað kjak í D&V. Eitt akademiskt úrvalslið kappaðist við tveir tíðindamenn um at greina ta gleðiligu kúvendina eftir 2014, tá fráflytingin úr Føroyum broyttist til fólkavøkstur, ið vit ikki hava upplivað síðan líknandi umskifti í 1998 eftir kreppuna í 1990-unum.

Í tí kreppuni mistu vit 3.000 komandi handverkarar, tí tey fingu ikki lærupláss.

1990-árini mistu Føroyar netto 5.000 fólk, ið vit tó vunnu aftur frá 1998 til í 2008, tá ‘húsabløðran’ brast, bankarnir krakkaðu, og fólkavøksturin steðgaði.

Frá 2014 til nú fjølgaðust vit úr 48.500 upp í 53.000 fólk, t.e. 4.500 íbúgvar.

Fólkavøkstur frøddi luttakarar í D&V sendingini 19/2 og helst allar hyggjarar.

Men tíðindamenn í D&V næst siðsta fríggjadag og akademisku greinararnir skiltu ikki sonnu orsøkini til kúvendina í fólkaali, ella duldu tey hana.

Útgangsstøðið undir innslagnum var ein bók: ‘Exit Føroyar’ frá 2012. Somu leingi skúlaðu fólk, ið tóku lut í D&V sendingini 19/2, skrivaðu bókina.

Orðaskiftið var stuttligt:

Bókin var eitt ‘ambitiøst átak’ um, at undan 2014 var ‘mogið’ og einki ‘kuul’ hjá serliga ungum at búgva í Føroyum, men ‘neiligt’ og ‘óattraktivt’, so Føroyar ‘eldust’. (Tað gera øll Vestanlond, tí teirra kvinnur tíma ikki at fáa børn).

Síðan vendina í Føroyum til tað betra eftir 2014 ‘hava vit verið góð til at seta nýggja dagsskrá’, politikarar hava tikið afturgongdina ‘i álvara’.

‘Fróðskaparsetrið hevur fingið størri játtan’, so ‘fleiri ung nú lesa í Føroyum.’

Bert eina ferð fall orðið ‘búskaparvøkstur’ í einum orðafloymi um ‘ferðavinnu’, betri ‘matmentan’, ‘fleiri matstovur’, ‘anti-globalisering,’ ‘meiri kuul at búgva her’ osfv.

Vit hava fingið ‘størri sjálvsálit’, eru vorðin meiri ‘autentisk, ‘mobil’, meiri ‘trendy’ og draga ‘ferðafólk og útlendingar’ higar. Vit eru ‘sloppin av við siðbundnar vinnur’ og fingið fleiri kvinnustørv’ við sterkari ‘samleika’ osfrv.

Sanna orsøkin til fólkavøksturin
Ein freistast til at spyrja, um hesi væl (í hvussu er leingi) lisnu fólk hava lært nakað sum helst um veruleikan í øllum teirra bókliga námi á hægsta stigi.

Vanligt vit og skil skortaðu í stórum, antin tí at henda intellektuella yvirstættin er starblind av síni sjálvsyvirmeting og nalvaskoðan, ella tí tey undirmeta øll hini uml. 40.000 fólkini (reivabørn og ‘avdeyðar’ (sum meg) frároknað), ið stríðast á sjógvi og landi við at luttaka í og at reka føroyskt vinnulív.

Framburðurin og fólkavøksturin í Føroyum hava sín uppruna í 2009-10 við størri uppsjóvarkvotum, sum Jacob Vestergaard stríddist fyri og fekk.

Frá 2012 er útflutningsvirði landsins av fiskiveiðu, fiskavirking og alivinnu 2-faldað úr 4,5 mia kr upp í 9 mia kr í 2019. Tað er búskaparligi veruleikin.

Alivinnan er 2-faldað úr 40.000 upp í 80.000 tons árliga.

Útflutningsvirði hennara hevur verið 30 mia kr íalt hetta tíðarskeiðið.

Íløgurnar í alivinnuna  hava verið 12 mia kr.

Lønarútgjaldingar 3 mia kr.

Vinningsbýtið 3 mia kr.

Pf-skattur og avgjøld í landskassan 3 mia kr, umfr. lønarskatt frá 1.000-tals starvsfólkum í aling og avleiddum vinnum. (3-tølini eru bíbilskt symbolsk).
Bjarni Djurholm legði fram nýggju alilógina fyri borgarligu samgonguna.

Botnfiskavinnan hevur givið slakar 1,5 mia kr og uppsjóvarvinnan aðrar 1,5 mia kr árliga í útflutningsvirði í miðal farnu 8 árini, uml. 30 mia kr íalt.
60 kvotur eru givnar øðrum enn nótaskipum sum eitt slag av ‘neyðhjálp’, til botnfiskur aftur fer at geva avlop. Nótaskip fíggja 700 mió kr í øðrum íløgum.

Tað eru okkara røsku fiskimenn og nógv økta mongdin av uppsjóvarfiski, ið borgarliga landsstýrið 2011-2015 bardi seg fram til í ‘handilskríggi’ og sigri á ES (við 500 mió íbúgvum), og alivinnan, rikin og røkt av 100-tals dugnaligum starvsfólkum við 1000-tals avleiddum størvum, ið skapa útflutningsvirðið.

Fyri hesi útflutningsvirði hava Føroya ágrýtnu handverkarar smíðað skip, virki og yvir 2.000 hús og bústaðir, og okkara ídnu tænastu-, handils-, flutnings-, matstovu- og ferðavinnufólk (yvir 60% av arbeiðsmegini) hava øll økt landsins BTÚ upp í 23 mia kr í fjør.

Høvuðsvinnurnar halda øllum almanna-, heilsu-, og skúlaverki, infrakervi og umsiting uppi. Har starvast okkara væl skúlaðu fólk hvønn dag. Dastið av landsins innflutningi og flestu almennar útreiðslur verða goldnar av fólksins útflutningsvirði og skatti.

Tað er vinnulívið og tess 25.000 starvsfólk – 50 ferðir fleiri enn akademiska yvirstættin - ið hevur økt løgtingsins fíggjarorku við eini 2,5 mia kr árliga frá 2012 (úr 4 mia upp í 6,5 mia kr) og økt kommunalu inntøkurnar upp í 2,5 mia kr árliga.

Tí er fólkatalið í Føroyum trilkað úr 48.000 upp í 53.000 fólk eftir bert 8 árum. Tað áttu tíðindafólk og teirra greinarar at vita. Ella dylja tey tað.

KvF eigur at gera nýggja sending um búskapar- og fólkavøkstur, har luttakarnir eru onnur enn vinstravendir KvF-aktivistar, javnaðar- og tjóðveldissosialistiskir akademikarar.

Lovið virðisskaparum Føroya á bygd og í bý fram at mikrofonum og myndatólum. Tey umboða og skilja líka væl sum akademikarar vinnuliga og búskaparliga veruleikan, ið gevur fólka- o. a. virðisvøkstur í samfelagum.

Vit alment skattfíggjaðu eru glasurur á samfelagskøkuni, væl vird fyri okkara dagliga, trúfasta arbeiði og sonevndu ‘multiplikatoreffekt’ í búskapinum.

Útflutningsfólk, fyrsta lið í ‘føðiketuni’, gjalda eisini KvF tær 80 mió kr í skatti, sum 80% almenna miðlamonopolið í Sortudíki (við bert 50% ideologiskum dekningi) kostar árliga til at profilera okkara annars virðismettu akademikarar og serfrøðingar í almennum málum úr teirra lagghallu sjónarhornum.

Aftur mæla okkara búskaparfrøðingar til, at útflutningsvinnurnar skulu púrgast fyri 500 mió kr árliga aftrat teim væntaðu 300 mió kr í veiðigjaldi.

So verður hvørki føroyskur ella útlendskur íløgukapitalur til endurnýggjan,. Tá tæra vit vinnutólini, kapitalapparatið, so tað endar við gomlum skipum og undirløntum (mest útlendskum) fiskimonnum.

Sum sagt, gott í tykkum í KvF: Gevið okkum tann búskaparliga veruleikan aftan fyri búskapar-, fólka- og allan annan vøkstur í samfelagnum og ikki bert hatta akademiska interrósið.               

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo