Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 12. januar kl 19.00 verður almennur kunningarfundur á Bókasavninum við Løkin um Nordplus. Sami fundur verður endurtikin í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 13. januar kl 19.00.

Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetrinum vitjar saman við danska Henrik Niiendam Andersen frá Nordplus-umsitingini í Danmark. Høvuðsdentur verður lagdur á at greiða frá um Nordplus Junior og Nordplus Voksen.

Nordplus Rammuskráin hjá Norðurlendska ráðharraráðnum flytur teg til lærdóm, íblástur og upplivingar í Norður- og Baltalondum. Rammuskráin er ein útbúgvingarskipan, sum veitir góðan fíggjarligan stuðul til: Mobilitet, Verkætlanir og Netverk.

Skipanin vendir sær til allar útbúgvingarstovnar, felagsskapir og onnur, sum eru áhugað í útbúgving, lívslangari læring og persónligari menning.

Seinasta freist at tilmelda seg til stuðulsskipanina er 1. mars 2016 á www.nordplusonline.org

Meira kann lesast um stuðulsskipanina á hesi slóð: http://setur.fo/ask/nordplus

Men til ber eisini at møta til kunnandi fundin, har øll eru vælkomin og atgongd er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo