Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár greiddu vit frá, at Heilsu- og umsorganartænastan er farin undir nýtt tiltak, sum kallast “ Súkkling uttan aldur”, har sjálvboðin kunnu bjóða sær til at súkkla ein túr við fólki, sum búgva á eldrabústovni .

Hevur tú hug til at vera partur av súkklutiltakinum, og at fara ein súkklutúr við eldri, sum búgva á bústovni, so kanst tú seta teg í samband við Heilsu- og umsorganartænastuna.

Tað er ikki týdningarmikið, hvussu langt verður súkklað, men tað sum hevur týdning er, at tey eldru kenna seg trygg, fáa eitt gott upplivilsi og fríska luft.

Áðrenn ein fer út at súkkla við fólki, fær ein upplæring í at brúka súkkluna, og Heilsu- og Umsorganartænastan samskipar í samráð við starvsfólk á deildini, hvørji av teimum eldru fara at súkkla.

Um ein vil gerast súkkluvinur, setur ein seg í samband við Heilsu- og umsorganartænastuna, tlf 302000.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo