Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur Føroya: Reyði Krossur biður fólk í Havn um at hjálpa við at vera innsavnarar til árligu landsinnsavningina hjá Reyða Krossi leygardagin 17. september.

Tørvur er á 140 innsavnarum í Havn til leygardagin 17. september. Ruturnar taka tveir til tríggjar tímar.

Kring landið hevur Reyði Krossur ábyrgdarfólk, ið fyriskipa og samskipa innsavningina í teirra býi ella bygd, og hetta eydnast serstakliga væl.

Eisini í Havn eru fólk, ið ár um ár ganga við bússum til landsinnsavningina. Tó er á hvørjum ári tørvur á fleiri nýggjum fólkum.

Ynskja fólk eina serstaka rutu í Havn, ber til at ringja á 319630 ella skriva til redcross@redcross.fo. Skriva telefonnummar, so Reyði Krossur kann ringja til tín.

Í Havn verða bússur og rutur útflýggjaðar klokkan 10 leygarmorgunin 17. september á Reyða Krossi, Bryggjubakki 10.

Sum heimsins størsti hjálparfelagsskapur við fleiri enn 17 milliónum sjálvbodnum í 190 londum er Reyði Krossur altíð til staðar og hjálpir, har kríggj og náttúruvanlukkur leika.

Vit hjálpa í egnum landi og úti í heimi.

Við at ganga tveir til tríggjar tímar og savna inn fyri Reyða Kross til landsinnsavningina leygardagin 17. september ert tú við til at tryggja, at Reyði Krossur fær hjálpt fólki, ið líða og hava hjálp fyri neyðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo