Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-001/2020, viðvíkjandi ravmagnsviðurskiftum

Spurningurin var soljóðandi:

⦁    Er landsstýrismaðurin kunnaður um, hvussu gongdin í ravmagnsprísum - uttan avgjøld - hevur verið eitt nú í Danmark, har framleiðsla og net eru sundurskild, og ein liberalisering er farin fram, samanborið við Føroyar?

⦁    Er landsstýrismaðurin kunnaður um aðrar metingar av avleiðingunum av eini sundurskiljing av netinum og eini marknaðargering av framleiðsluni av streymi enn tær hjá SEV - her verður serliga hugsað um, hvussu streymprísirnir kunnu fara at verða, og hvussu vit røkka málinum at gerast grøn á elorkuøkinum?

⦁    Er landsstýrismaðurin kunnaður um ítøkiligar ætlanir um at koma longri á leið á grønu kósini, men sum ikki hava fingið viðgerð?

⦁    Er landsstýrismaðurin kunnaður um, hvørt SEV fylgir prísavtaluni við vindmyllufeløg, herundir um SEV avroknar dótturfelag sínum í Húsahaga við munandi hægri upphæddum, enn tað, sum svarar til avrokning fyri ta vindorku, sum vindfelagið hevur framleitt at lata inn á netið hjá SEV?

⦁    Er landsstýrismaðurin nøgdur við gongdina at koma longri á leið á grønu kósini – her verður hugsað bæði um verandi skipan av økinum og um verandi umsiting á økinum?

Svar:

Svar til spurning 1:
Stutt kann sigast um gongdina á ravmagnsprísum - uttan avgjøld - at prísirnir seinastu 10 til 15 árini eru hækkaðir munandi meira í Føroyum enn í Danmark, sí talvu við samanbering niðanfyri.

Viðmerkjast kann, at í Føroyum er prísurin á einum kilowatttíma (kWt) ymiskur, alt eftir um talan er um eitt húsarhald ella ein vinnuligan kunda. Og avslátturin í elprísinum til vinnuligu kundarnar er eisini ymiskur alt eftir stødd og slag av vinnukundum. Seinastu tvey árini hevur ein serlig avsláttarskipan eisini verið galdandi til hitapumpur og til løðing av elbilum.  

Nógv avgjøld verða løgd omaná elprísin í Danmark, sum samanlagt svara til meira enn helvtina av tí, sum verður rindað. Í Danmark hevur elprísurin uttan avgjøld verið rættiliga støðugur seinastu 15 árini við fallandi gongd seinastu árini, meðan føroysku elprísirnir eru hækkaðir í nevnda tíðarskeiði.

Viðmerkjast kann eisini, at elprísurin í Føroyum er hægstur á listanum yvir elprísir í Europa, tá ið prísurin er reinsaður fyri avgjøld. Sí talvuna niðanfyri, har grøni parturin av stabbunum er prísur uttan avgjøld.

##med2##

Talva yvir sundurgreinaðar elprísir í Evropa, har føroyski elprísurin er lýstur í stabba 8, talt frá høgru.

##med3##

Hinvegin er ikki heilt lætt at samanbera elprísir, eitt nú tí føroysku elprísirnir enn eru nógv knýttir at sveiggjandi oljuprísum. Eisini er føroyski elmarknaðurin lítil, elnetini smá og sjálvstøðug og ikki íbundin onnur og størri net. Danska elnetið er nógvar ferðir størri og er íbundið evropeiska meginelnetið. Samanberingargrundarlagið má tí takast við ávísum fyrivarni.

Svar til spurning 2:
Aðrar metingar eru gjørdar seinastu árini, sum m.a. snúgva seg um sundurskiljing av elnetinum og eini marknaðargerð av streymframleiðsluni, og harímillum eisini hvussu vit kunnu røkka málinum at gerast grøn á elorkuøkinum.

Nevnast kunnu:
⦁    Heildarætlan fyri elorkuøkið frá 2011

⦁    Bygnaður og ognarviðurskifti á elorkuøkinum í Føroyum frá 2015

⦁    Virkisætlan – frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum frá 2015

⦁    Onnur almenn álit á orkuøkinum, sí yvirlit yvir føroysk álit o.a. á heimasíðuni hjá Løgmansskrivsstovuni http://tilfar.lms.fo/logir/alit/yvirlit.htm

Í heildarætlanini fyri elorkuøkið frá 2011 verður beinleiðis mælt til at leggja netpartin hjá SEV undir sjálvstøðuga leiðslu.

Í frágreiðingini frá 2015 viðvíkjandi bygnaði og ognarviðurskiftunum á elorkuøkinum, har umboð vóru fyri SEV og landsstýrið, mæltu umboðini fyri landsstýrið til at leggja ognarlutin í SEV til landið. Alternativt varð mælt til at gera eitt deildaruppbýti millum net- og framleiðslupartin hjá SEV sum eitt fyrsta stig. Hetta deildaruppbýtið er seinni gjøgnumført í SEV.

Virkisætlanin frá 2015 vísir í høvuðsheitum hvørji ítøkilig átøk, ið mælt verður til at gera fyri at koma longur fram á leið á grønu kósini.

Svar til spurning 3:
Tær mest ítøkiligu ætlanirnar at koma longri á leið á grønu kósini eru:

⦁    Ætlaðu vindorkuútbyggingarnar - nevnast kann ítøkiliga vindorkuætlanin í Porkeri, á Eiði og í Flatnahaga omanfyri Havnina. Eisini kunnu nevnast ítøkiligar ætlanir um vindorkuútbyggingar á Sandoynni og í Eysturoynni 

⦁    Ætlanin at gera pumpuskipanir í Vestmannaøkinum og í Suðuroy

Nógv tíð og orka er brúkt og drúgvar frágreiðingar skrivaðar í fyrireikingunum av ætlaðu vindorkuútbyggingunum og serliga av pumpuskipanunum.

Ítøkiligar umsóknir eru eisini komnar um loyvi at fara undir at gera purmpuskipanir, tó uttan at neyðuga fyrisitingarliga grundarlagið enn hevur verið til staðar fyri at ítøkiligar avgerðir kunnu takast í hesum málum.

Svar til spurning 4:
SEV hevur fingið álagt frá myndugleikanum, at Vindfelagið í Húsahaga skal avroknast sambært galdandi prísavtalu millum Vindfelagið í Húsahaga og SEV net. Prísavtalan ásetur m.a., at vindfelagið ikki kann avroknast fyri minni framleiðslu enn 41,4 GWt, uttan so at vindfelagið framleiðir minni enn hetta, og tað ikki skyldast viðurskifti hjá SEV.

Seinastu tíðina hevur samskifti verið millum SEV net og Elveitingareftirlitið á Umhvørvisstovuni um, í hvussu stóran mun manglandi elframleiðsla inn á elnetið er orsakað av viðurskiftum hjá sjálvum vindfelagnum ella viðurskiftum, ið skyldast SEV net. Ein endalig niðurstøða um, hvørt SEV net hevur avroknað ov nógv til vindfelagið, væntast at fyriliggja í næstum.

Svar til spurning 5
Landsstýrismaðurin ásannar, at tað ikki gongur heilt so skjótt við grøna orkuskiftinum, sum ein kundi vónað. Orsøkirnar eru helst fleiri og samansettar. Lutvíst kundi lógarverkið verið greiðari og lutvíst kundi orkumyndugleikin lýst og fyrireikað stóru orkumálini betur mótvegis øðrum myndugleikum og áhugapørtum við eitt nú kunning og samstarvi fyri at tryggja eina skjótari málsviðgerðargongd tvørturum myndugleikamørk.

Nøkur av hesum viðurskiftunum gerast skipanarliga greiðari, tá ið elveitingarlógin verður dagførd. At dagføra elveitingarlógina er liður í arbeiðinum, sum í løtuni verður framt fyri at gera skilnað millum framleiðslu og netpartin hjá SEV, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í netprísinum. Harafturat fer UVMR at taka upp við Umhvørvisstovuna, hvussu eitt nú vindútboð verða løgd til rættis. Kunnu ivamál ruddast av vegnum, áðrenn boðið verður út, gerast kærurnar kanska færri.  

Umsitingarliga er helst eisini neyðugt at ásanna, at ein liberalisering av elframleiðsluni krevur eitt styrkt elveitingareftirlit – í hvussu er til nýggja skipanin er kjølfest.

Viðvíkjandi grøna orkuskiftinum er tó eisini neyðugt at hava í huga, at orkuskiftið sum hugtak er breiðari enn grøn elframleiðsla. Vit mugu eisini áhaldandi eggja brúkarunum, bæði privatum borgarum, almennum stovnum og vinnulívinum, til at velja grønar orkuloysnir. Hesin parturin av orkuskiftinum verður í løtuni stuðlaður við mvg og avgjaldsfrítøkum, men vónandi fer kapping í sølupartinum av elframleiðsluni eisini at viðvirka til skjótari grøn orkuskifti millum brúkararnar, har ráðgeving um fyrimunir og vansar við ymiskum loysnum vónandi gerst meiri sjónlig.  

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 9. oktober 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo