Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ætlaða staðsetingin hjá SEV av vindmyllulund í økinum Millum Tjarnir á Eiði gongur ímóti grøna endamálinum, ið skal eitast at liggja aftanfyri hesa orkuútbygging.

Føroya Fuglafrøðifelag vil við hesum vísa á avgerðandi viðurskiftir, sum ikki eru í lagið.

  • Atlit verður ikki tikið til missin av margfeldi í samband við tílíkar orkuútbyggingar. Gamaní verður ein umhvørvislýsing gjørd, men Umhvørvisstovan sýnist ikki ynskja at taka atlit til, at hetta er eitt serstakt og ríkt fuglaøki, har fleiri hótt búfuglasløg reiðrast. Grundað á kanningar í økinum metir Føroya Fuglafrøðifelag, at missurin av føroyskum náttúrumargfeldi við staðsetingini av vindmyllulund Millum Tjarnir kann blíva væl størri, enn hvat grøna orkan frá hesum vindmyllum kann rættvísgera.

  • Arbeiðslagið ber brá av, at Føroyar ikki hava náttúrufyrisiting. Um umhvørvismál veruliga skulu vera partur av avgerðini um staðseting av vindorkulund, átti umhvørvismeting at verið gjørd væl frammanundan, at spakin verður settur í. Málið var komið so langt áleiðis, at illa vendist aftur.  Hetta verður serliga ein trupuleiki tá ið sami stovnur, Umhvørvisstovan, bæði skal vara av orkumál og umhvørvismál. Umhvørvisstovan kemur í andsøgn við seg sjálva, tá ið deildin Vernd skal veita umhvørvisgóðkenning til arbeiði, sum deildin Orka undir somu lon longu hevur tikið undir við. Tað tykist okkum greitt at nátturuvirðir hava sera lága raðfesting í byggimálum. Tá ið náttúrufyrilit koma á borðið aftaná, at avgerðin um bygging longu er tikin, hava tey onga veruliga ávirkan á avgerðina. Lógarverkið hevur tí tørv á einari gjøllari dagføring, sum staðfestir, at náttúran í Føroyum er okkara felags arvur, sum eisini skal latast í hendurnar á komandi ættarliðum.

Føroya Fuglafrøðifelag hevur vælvild og forstáðilsi fyri tí týdningarmikla politiska málsetninginum, at Føroyar skulu framleiða meira av grønari orku. Flestu føroyingar munnu vera samdir um, at tað er neyðugt at vit sum frá líður gerast meira leys av kolvetnisorku. Men perlur í føroyskari náttúru skulu ikki oyðileggjast fyri at náa hesum málinum.

Føroya Fuglafrøðifelag
Svein-Ole Mikalsen, formaður
Jón Aldará, næstformaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo