Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Í grein 12. juli 2020 vil vp.fo vera við, at SEV hevur rindað ov mikið fyri vindorku, sum elfelagið hevur keypt frá dótturfelagnum P/F Vindfelagið í Húsahaga. VP byggir hetta á ta fatan, at vindfelagið ikki hevur krav uppá, at SEV keypur streym, sum vindfelagið ikki leverar, t.d. tá eingin vindur er. Altso at eingin inntøkutrygd er. Hetta er ein misskiljing, og SEV hevur ikki rindað ov nógv til dótturfelagið fyri vindorkuna.

Tá vindmyllulundin varð boðin út í 2012, gjørdi myndugleikin (tá Jarðfeingi) greitt, at grundarlagið, sum bjóðast kundi uppá, var 41,4 GWt og at inntøkutrygd var fyri í minsta lagi 41,4 GWt um árið, tó við teirri treyt, at vindmyllurnar vóru tøkar. Hetta merkir, at framleiðarin er tryggjaður eina inntøku, ið svarar til 41,4 GWt um árið, eisini um minni av vindorku verður framleidd, treytað av, at vindmyllurnar til eina og hvørja tíð eru tøkar hjá netinum hjá SEV.

Tá SEV avroknar við P/F Vindfelagið í Húsahaga verður hædd tikin fyri, at vindmyllurnar hava verið tøkar. Í teimum førum onkur av myllunum ikki hevur verið tøk, eitt nú vegna skaða, verður hetta mótroknað.

Misskiljingin hjá VP stendst allarhelst av, at inntøkutrygdin, sum myndugleikin gav øllum tilboðsgevarum í 2012, og sum var partur av góðtikna tilboðnum hjá SEV, av misgáum ikki er nóg neyvt orðað í sjálvari prísavtaluni millum SEV og dótturfelagið. Henda prísavtala millum SEV og dótturfelagið, sum VP vísir til, varð skrivað og formaliserað seinni.

Samskiftið, sum VP vísir til í greinini, er partur av samskifti, sum fer fram millum SEV og myndugleikan um at fáa hetta neyvari orðað í galdandi prísavtalu.

http://www.vp.fo/news/sev-hevur-rindad-egnum-dottirfelag-ov-nogv-i-mun-til-prisavtalu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo