Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað verður heldur illfýsi veður men eisini onkur góður dagur í vikuni sum kemur.

Í dag verður fitt av vindi og eisini okkurt regnæli. Mesti vindurin verður um middagsleitið, so minkar hann og í morginári lot til frískan vind av útsynningi, framvegis okkurt æli men eisini sólglottar.

Týsdagin fer at regna, og sum frálíður upp í hvassan vind ímillum landsynning og útsynning.

Mikudagin verður nógvur vindur lágt allan dagin, onkur sólglotti men eisini nógv regnæl.

Hósdagin samregn, sunnan sum fer upp í vestan, hvassur vindur ella skrið.

Fríggjadagin makar hann vindin nakað, hann fer niður í sunnan aftur og tað slítur í.

Leygardagin hvassur vindur ella skrið av suðri ella útsynningi.

Hitin alla vikuna ímillum 6 og 8 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo