At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Beint sum seinasta vikuskiftið byrjaði, andaðist Sheila MacDonald Arnskov, 96 ára gomul.

Tey bæði, Sheila og maðurin Arne Juul Arnskov, settu búgv í Føroyum í 1964, tá ið Arne varð settur í starv sum skrivstovustjóri á Ríkisumboðnum, og tey trivist so væl, at vórðu verandi í oyggjunum.

Sheila og Arne vóru mentað og vitborin, blídlig og hugfarslig fólk, sum á stillføran hátt komu at gera stóran mun á ymiskum økjum í samfelagslívinum. Í góða hálva øld tóku tey virknan lut í royndunum at menna og stimbra føroyska mentan.

Undirritaði kom at kenna Arna stutt eftir, at tey vóru komin til Føroya, tí eitt starvsøki hansara var fyrisiting skúlaverksins; men Sheilu ikki rættiliga fyrr enn afturkomin eftir loknan lestur í Skotlandi í 1980árunum.

Hetta var, tá ið vit, Maud Heinesen setursskrivari, Sheila og undirritaði, tóku stig til at fáa í lag, at altjóðapróvtøkur í enskum frá University of Cambridge kundu takast á Fróðskaparsetrinum.

Og frá 1983 kundu próvtøkur í “First Certificate” og “Proficiency” fara fram í Føroyum, og her var Sheila góð í ráðum og eisini próvdómari í mong ár.

Sheila var eitt sjáldsama fitt og fryntligt fólk, løtt at samskifta við, altíð við tí góða orðinum. Og stak dugnalig og samvitskufull.

Til munnligu próvtøkurnar kom hon við grønum dúki og blómum at hugna um umhvørvið. Í mong ár vóru fransiskanarsystirin Cecilia O’Hagan og Sheila álitini í cambridgeátakinum.

Um sama mundið gjørdust vit bæði Sheila starvsfelagar á Føroya Læraraskúla; og ikki gloymi eg seturskúla í Húsavík við lesandi í enskum, har Sheila skipaði fyri.

Og hon hevði sjáldsamt hegni til at fáa fólk taka virknan lut og at kenna seg væl.

Nú skúlaskapurin var komin á føroyskar hendur, vóru so við og við føroyskar lesiætlanir gjørdar. Og í hesum høpi varð heitt á Ásu Hátún, Sheilu og meg at gera lesiætlan í enskum til læraraskúlans.

Vit trý fundaðust heima hjá Sheilu, hjá Ásu og mær nøkur kvøld, meðan arbeiðið varð gjørt; og ikki minst hugnaligt var hjá Sheilu og Arna í Jónas Broncksgøtu, har vit fingu gott te og skons sum í Skotlandi, haðani Sheila var.

Tá ið fyrsta føroyska-enska orðabókin, tann hjá G. V. C. Young, skuldi fáast út, vóru tað, umframt Jonhard Mikkelsen og Annfinn Skála, tær báðar Cecilia og Sheila, ið gingu gjøgnum handritið og lósu rættlesturin.

Eisini var Sheila virkin á fleiri øðrum økjum. Hon tók til dømis virknan lut í føroyadeildini hjá Amnesty International og øðrum felagsskapum, og alla staðni var hon væl lýdd og fagnað.

Í fleiri ár tók hon eisini lut í lesiringum, har tey hittust eitt kvøld um vikuna ella so at skifta orð um bókmentir, ið lisnar vóru.

Nógv avrik liggja eftir Sheilu Arnskov, hópur av týðingum úr føroyskum til enskt, millum annað Faroese Flowers (Dorete Bloch), The cathedral and other historic relics at Kirkjubøur (Símun V Arge), 215 shawl designs (Olivia Joensen) umframt fleiri samandráttir.

Vit minnast Sheilu í takklæti og við virðing, tí hon var ein megnarkvinna, sum tað altíð var ein fragd at vera saman við, bæði í álvara og skemti, í arbeiði og fríløtum.

Rest in peace, dear friend!

31. maj 2022,
Tórður Jóansson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo