Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seinasta mánadag vóru 139 metrar eftir at bora í 2044 metra langa Hvannasundstunlinum. Og 86 metrar vóru eftir at bora í 1804 metra langa Árnafjarðatunlinum

- Í frágreiðingini frá vitjanini verður staðfest, at váðin fyri at sparikassin verður misnýttur til hvítvask og fígging av yvirgangi er á sama støði sum hjá øðrum peningastovnum, ið sparikassin kann sammetast við

Gongst sum ætlað hjá samtakinum Christiani í Grótinum at keypa 56 prosent av partabrøvunum í Orkufelagnum, sum eigur MAGN, so eigur samtakið í báðum teimum stóru oljufeløgunum, skrivar KVF

Nýggjastu hagtølini hjá okkum benda á, at alsamt størri eftirspurningur er eftir smærri og serliga bíligari íbúðum, og at bústaðartørvurin hjá føroyingum broytist gjøgnum lívið

 

Sambært útvarpstíðindinum á middegi, so hevur PF Christian í Grótinum ætlanir um at keypa partabrøvini hjá tveimum íslendskum feløgum, so Orkufelagið, sum eigur øll partabrøvini í Magn, kemur á føroyskar hendur

Í august og september var arbeiðsloysið 0,5%, ið svarar til 150 fulltíðararbeiðsleys

Noreg og Russland hava í digitalum samráðingum funnið semju um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2023

Í september vóru slakar 23.400 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Nú sæst av álvara, at fleiri útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum, meðan talið av føroyingum minkar samsvarandi

Í miðal kostaðu eini sethús í Føroyum 2,6 mió. kr. í 3. ársfjórðingi. Hetta er nærum 200.000 kr. lægri enn miðalprísurin í 2. ársfjórðingi, men 13% hægri enn miðalprísurin í 3. ársfjórðingi 2021

Stendur tað til Umhvørvisstovuna og SEV, er ikki óhugsandi, at ein risastór flótandi vindmyllulund fyri 50 milliardir krónur fer at standa á opnum havi við Føroyar

Mált eftir stóra S&P 500 vísitalinum er tað langt síðani at slíkt dapurskygni hevur valdað ímillum íleggjarar

Nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, váttar fyri KVF at orsøkin til, at Føroya tele er meldað til løgregluna av kappingareftirlitinum er eitt mál um kollsiglda Tosa

Íslendska felagið Brim hf. verður sameigari av Polar Seafood Denmark A/S

Nú ber aftur til at gerast partur av FarGen-verkætlanini hjá Ílegusavninum, sum mennir ein pall fyri ílegugransking í Føroyum

Tað er fráboðaður stórur skaði á kaðalin sum er millum Hetland og Bretland. Skaðin ger at internet, telefon og sjónvarpssignal á oynni eru óstøðug

Á Oyggjarvegnum, við góðum útsýni yvir Havnina, eru tveir stórir bygningar reistir eftir stuttari tíð. Talan er um eina byggiverkætlan hjá felagnum MARK, ið skal hýsa tilsamans 48 íbúðum

Sethúsaprísirnir eru øktir skjótari enn inntøkurnar seinastu áleið 8 árini og tað kemur fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið

Smyril Line hevur sett sær sum mál at minka um orkunýtsluna og at skipa flutningin á ein enn meira burðardyggan hátt

Brúkaraprístalið er vaksið 8,8 prosent seinasta árið. Tað er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum síðani fyrst í áttatiárunum. Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent

- Hetta fer at kollvelta elframleiðsluna í Føroyum, sigur menningarleiðarin hjá SEV við KVF

- Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast innflutta nøgdin er minkað umleið 7%, hava vit brúkt 90% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør

Tíðarskeiðið september 2021 til august 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35% meir enn somu mánaðir í fjør

Við hækkandi rentustøðinum er fasta rentan á langu realkredittlánunum, tá fólk taka nýtt lán, økt munandi, og tað hevur elvt til, at húsarhald, sum stovna realkredittlán, í seinastuni heldur hava valt realkredittlán við broytiligari rentu

Danski tjóðbankin hevur sum væntað hækkað sínar rentur eftir at evropeiski miðbankin hækkaði rentuna í septembur 2022

175 granskarar eru nú skrásettir í føroysku PURE skipanini, ið savnar, umsitur og vísir útgávur og onnur vísindalig avrik hjá stovnum og granskarum

- At stuðla gransking er at stuðla vitan. Vit meta tað avgjørt vera uppá sítt pláss, at ein sterk fyritøka sum Betri stuðlar undir nýggju, serføroysku vitanini, sum føroyskir granskarar finna fram til, sigur Evy Jacobsen, stjóri í Betri pf

Skansi Offshore hevur vegna veitingarskipið Kongsborg undirskrivað ein nýggjan trý-ára sáttmála við norska orkufelagið Equinor

Vøkstur var aftur í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum í 2021 eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020

- Fyri ikki at væntanin um áhaldandi prísvøkstur skal festa røtur hjá fólki, fremur evropeiski miðbankin tískil í løtuni lutfalsliga stórar rentuhækkingar

Í september 2022 hækkaði evropeiski miðbankin aftur rentuna fyri at tálma prísvøksturin og danski tjóðbankin fylgdi aftaná og økti somuleiðis sínar rentur

Ikea sigur upp 10.000 av sínum 12.000 starvsfólkum í Russlandi

Nýggju roknskaparhagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði summar vinnugreinar lamnar

Vinnan fær nú gjørt gagn av talgildu undirskriftini hjá Samleikanum

- Norska stjórnin er sannførd um, at tað er rætt at samráðast við Russland, hóast Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Tað sigur Kristina Hansen, sum er vararáðharri hjá norska fiskimálaráðharranum, við ÚF

Uppgerðin av av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2021 vísir ein lítlan vøkstur í mun til 2020

Í juli 2022 var útlánsvøksturin 2,3% hjá føroysku bankunum og 3,3% tá ið útlán frá donskum fíggjarstovnum verða tald uppí. Útlánsvøksturin er sostatt væl lægri, enn hann var í fjør

Nýggj sending í røðini Búskapur & Vinna hjá Televarpinum við Johnny í Grótinum sum verti er komin. Hesaferð er temaið alivinnan. Tosað verður m.a. við umboð fyri Fiskaaling, Hiddenfjord, Bakkafrost og Nordic Aqua Partners

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað tá veðrið batnar, sigur Fiskamarknaðurin

Nýggj tøkni ger tað møguligt, at endurvinna CO2 frá bjór framleiðsluni og endurnýta tað sum brús til sodavatn. Nú er seinasta hond løgd á anleggið til uppsamling av CO2 frá bjórframleiðsluni á Føroya Bjór

Føroyingar hava av álvara tikið fíggingarportalin Hópfígging til sín

60kV-mastrarnar við Varðagøtu í Havn verða nú tiknar niður. Mastrarnar hava verið brúktar síðani 1968, men nú er linjan millum Vestmanna og Havnina løgd undir jørð

Í morgin, leygardagin 8. okt. Kl. 10, letur nýggja og forvitnisliga konditaríið, Omaná, upp í SMS

 

 

Gongst sum ætlað, verður Hestfjørður karmur um heimsins fyrstu sjóvarfalsorkulund, og fyrireikingararbeiðið gongur væl, boðar Minesto frá

Í farnu viku, tá handverkarasáttmálin varð gjørdur, varð sáttmálin við Føroya Flogteknikarafelag eisini undirskrivaður. Semjan er á sama støði sum við handverkarafeløgini

Tað gongst eftir ætlan hjá Minesto og SEV at menna sjóvarfalsorkuna í Føroyum

Tjóðbankarnir mugu halda uppat við at hækka renturnar og ístaðin fokusera uppá at hjálpa vinnuni og fólkinum

FT Samskifti og Nema hava gjørt avtalu at samstarva um farnetið. Tað hevur við sær, at báðir veitararnir fara at bjóða sama dekning

FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar

Heimsins fyrsta vodka gjørt av feskvatni, funnið undir havsins botni, varð afturhildið av Heilsufrøðiligu Starvstovuni, ið ynskti at kanna vøruna nærri. Allar kanningarnar vóru góðar, og tí er sølubannið nú strikað

Fleiri tons av toski verða førd runt hálvu klótuna - um 28.000 kilometrar - at saltast á Vestlandinum. Tað tjenar ríki russin, Vitaly Orlov, og norðmenn milliónir uppá, skrivar NRK