Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyrra hálvár í ár hevur Betri Trygging rindað 142 milliónir kr út í skaðaendurgjøldum. Hetta er væl meiri enn fyrra hálvár í fjør

Danska stjórnin fer at áseta avgjald á 13 krónur á allar flogferðaseðlar til flogfør sum fara úr donskum floghavnum – bæði viðvíkjandi innanríkis- og uttanríkisflúgving

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2022 eru 3.500 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.600 tons.

Í juli 2022 vóru 27.837 løntakarar í Føroyum og er tað methøgt. Samstundis er arbeiðsloysið metlágt

Í gjár vitjaði løgmaður virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey. Síðani 2018 hevur føroyska alifyritøkan havt eina sølu- og framleiðsludeild í USA. Hanus Jacobsen greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrosti í USA

Seinastu 20 árini er heilivágssølan hjá apoteksverkinum vaksin úr 118 til 292 milliónir krónur. Størsti vøksturin er hjá alivinnuni, sum fyri 20 árum síðani lá um 20 milliónir krónur um árið

- Hví verður so nógv tosað um týdningin av fjølbroytni og inklusjón á arbeiðsplássum í dag?

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliardir krónur. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør

- Vit hava júst fingið boð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har tey biðja okkum afturhalda okkara nýggja North Atlantic Subsea Vodka. Trupulleikin er sambært HSF, at vatnið ikki kemur frá løggildum tappistaði

Føroyski búskapurin, sum bæði er pinkulítil og ein tilfeingisbúskapur, sveiggjar nógv. Fyri at mótvirka sveiggjunum krevjast støðugir útreiðslukarmar

Tað gongur væl í føroyska búskapinum, men hóast stóra virksemið í búskapinum, hava almennu kassarnir hall

- Yvirlitstrolingin hesa seinastu vikuna bendir á, at støðan er meira jalig, og at eitt lágt veiðitrýst er ein hóskiligur háttur at fáa toskin á Føroyabanka at koma fyri seg aftur

Brim Boats hevur gjørt sáttmála við P/F Bakkafrost Farming um tríggjar skjóttgangandi arbeiðsbátar

Flogfelagið hevur undirskrivað eina intensjónsavtalu um at keypa tvey el-flogfør í 2028

- Og eru ikki sørt stolt at vera fyrsta fyritøkan, sum veitir eina slíka loysn. Okkara vón er tí at Grønarók gongur undan innan grøna økið fyri smærri og størri skip, segði Mouritz Mohr millum annað tá ið hann handaði Bakkafrost nýggju elriknu tvíkiljuna

 

Í dag fær Bakkafrost fyrsta elrikna alibátin. Henda myndin var tikin tá alibáturin var royndartúr

- Arbeiðsloysið er lágt og eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi høgur innan bæði almenna og privata geiran. Lønargjaldingarnar eru høgar, talið av løntakarum setur met, sigur Føroya Váðaráð

MBM hevur keypt vinnubygningin í Skálavík, sum einaferð var Lido Seafood, skrivar KVF

Triðja produktið hjá Faer Isles Distillery kemur nú á marknaðin. Tað heimsins fyrsta vodka gjørt av feskvatni, funnið undir havsins botni

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri ætlað pumpuverk hjá SEV í Vestmanna

Knappar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í august. Tað eru slakar 70 milliónir meira enn sama mánaða í fjør. Vøksturin er 8%

- og avtekur negativu innlánsrenturnar

SEV boðaði á middegi frá, at føroyski elprísurin er á einum rímiligum støði, tá vit sammeta við himmalhøgu elprísirnar í londunum rundan um okkum

Elprísurin í Føroyum hvílir á lutfalsliga tryggum grundarlagi sammett við himmalhøgu elprísirnar úti í heimi. Føroyska elskipanin eigur sín part av æruni fyri góðu støðuna í altjóða orkumyndini

Á ráðstevnuni vóru nógvar framløgur um biogeokemiska modellering, har myndlar sameina vísindagreinar innan lívfrøði, jarðfrøði og evnafrøði

Tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað”, var í Finsen seinnapartin fríggjadagin. Á tiltakinum varð ljós varpað á heimsmarknaðin sum okkara heimamarkað, og á skránni vóru áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv

Í dag boðaði norski milliardingurin og ríkasti maður í Noreg, Kjell Inge Røkke, frá at hann flytir til Sveis

Sundsverkið letur aftur fjarhitaskipanini avlopshita eftir útbyggingarnar á verkinum, og Vesturbýurin er nú endaliga knýttur upp í fjarhitaleiðingina. Eitt tyngjandi tíðarskeið við umbyggingum og fyribils oljuútreiðslum er sostatt av

Nú er triðja vindmyllan hjá Pf Flatnahaga komin upp at standa í Flatnahaga

Átakið Burðardygt Vinnulív við 12 fyritøkum hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við at raðfesta burðardygd, og á fundi 9. september vórðu fyrstu úrslitini frá teirra trý ára ætlan løgd fram

- Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at verða heili 11,2% í 2022, sum fyri ein stóran part stavar frá øktum prísum.

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum 22 granskingarstovnar og fyritøkur úr 11 evropeiskum londum

Norski útflutningurin til Russlands í mai og juni var á einum nærum vanligum støði fyri árstíðina, hóast sanksjónirnar móti Russlandi

Nógv av tungu útgerðini er komið uppá pláss og eftir ætlan kann farast undir at brenna í mars næsta ár

- Nakað av fiski kemur uppá land í vikuni sum kemur, metir Fiskamarknaður Føroya

Sum væntað hækkaðu Evropeiski og Danski Tjóðbankin í gjár leiðandi rentuna við 0,75%-stigum. Betri Banki hækkar tí eisini út- og innlánsrenturnar.

Bakkafrost er millum bestu fyritøkurnar í Norðurlondum at gera burðardygdsrapportering

Í dag avgjørdi evropiski miðbankin (ECB) sum væntað aftur at hækka rentuna - hesa ferð við 0,75%-stigum. Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking

Alfred er ein spildurnýggj app og heimasíða, har starvssøkjandi fáa beinleiðis fráboðanir og kunnu søkja viðkomandi størv, samstundis sum arbeiðsgevarar kunnu handfara alla gongdina frá starvslýsing til setan

Hækkingin verður kortini ikki so stór, sum hon hevur verið í grannalondunum, sigur SEV sambært KVF

Mánadagin í vikuni kom nýggj hárfríðkanarstova á Argjum, sum umframt at fríðka hárið eisini hevur neglateknikara og kosmetolog

Katrin Káradóttir tekur í dag við sum rakstrarleiðari í Angus og Mungo í Havn og í Klaksvík

Gestarøðari til Ársins Íverksetaradag 2022, verður heimskendi danski filmsframleiðarin, sjónleikarin og handritsrithøvundurin, Peter Aalbæk Jensen

- Tað er ikki óhugsandi, at sethúsaprísurin fer at javna seg ella lækka komandi tíðina, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim

Vandin fyri at enda í eini ólukku er 50 prosent størri hjá teimum sum koyra el-bil, sambært eini nýggjari sveisiskari kanning

- Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið støðugt lækkandi seinastu 12 árini ella so, og arbeiðsloysið hevur ongantíð verið lægri, enn tað er nú

Fiskamarknaðurin væntar eisini nakað av útróðrafiski at koma uppá land í vikuni sum kemur

Fiskiskapurin er smáligur hjá teimum sum royna eftir makreli, men góður prísur fæst

Til 1. september eru skrásett 342 færri akfør í Føroyum enn somu tíð í fjør. Talan er um 17 prosent færri akfør, skrivar KVF

Íleggjararnir senda partabrævið upp góð 11%