Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á eykabýráðsfundi í kvøld fer Tvøroyrar býráð at viðgera hoyringarsvarini, sum komu um ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja hægri enn meginreglan er í byggisamtyktini, skrivar KVF

Í farnu viku var stovnandi aðalfundur í bransjufelagnum Bilasølufelagið, sum verður partur av Vinnuhúsinum

Almenni bygnaðurin endurspeglar ikki stóru broytingarnar í okkara undirstøðukervi, sum hevur havt við sær, at landið er knýtt tættari og tættari saman, heldur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni

Samlaði vøruinnflutningurin var 11,8 milliardir krónur í 2023, hetta er 3,3% lægri enn í 2022

Útflutningurin av fiskavørum vaks nærum eina hálva milliard krónur í 2023 í mun til 2022. Hetta er 4,3% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 26%

Her er metingin hjá Fiskamarknaði Føroya fyri komandi vikuna

Kappingareftirlitið hevur nú kannað yvirtøkuna, og er komið til ta niðurstøðu, at yvirtøkan eigur at góðkennast uttan treytir

ES hevur sett sær sum mál at bert el-bilar skulu seljast eftir 2035. Men hjá fleiri ES-londum verður tað torført at røkka hesum málinum

Í dag liggja Katrin Jóhanna og íslendski nótabáturin Gullberg á Havnini og bíða eftir at sleppa at landa

Íløgufelagið hevur týðandi leiklut í feløgum har yvir 400 fólk starvast

Fóðurflakin Muninn varð sleipaður av M/S Samson úr Íslandi til Føroya. Hetta var gjørt eftir at flakin var sokkin og illa farin

Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent

- Christian í Grótinum og Gamli Jupiter fiska uttanfyri fiskimarkið í altjóða sjógvi

Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum, ið hevur fæstar løntakarar, meðan desembermánaður vanliga hevur flestar. Munurin í løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar er tí sum oftast stórur

Leygardagin stóð Mads Bloch Kristiansen endaligu royndina í samband við útbúgving sína innan slangukaving

Fiskiskapurin er misjavnur og tey koma flestøll at landa í vikuni, sigur Fiskamarknaðurin í metingini fyri næstu vikuna

 

- meðan prísirnir á bygd hækka

Tann 12.02.2024 verða reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard broyttar

JFK hevur havt henda Sjúrðaberg síðani 2020, og hann hevur saman við Gadusi fiskað kvotuna hjá JFK í Barentshavinum. Hoyr samrøðu við reiðaran Hanus Hansen

Fyritøkan Intra, sum hevur framleitt eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, hevur gjørt stórsáttmála við altjóða fyritøkuna, CGM

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá -15 niður í -19. Tað eru serliga bíleggingarnar, ið eru færri, men fyritøkurnar meta sín útlendska marknaðarlut vera nakað betri, og tær meta søluprísin vera betri

Treystitalið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, minkar. Tað er serliga í handils- og tænastuvinnunum at minni bjartskygni er at hóma

- Lættari fyri kundar, sum fáa skaða á telefonina

Nýggju farmaskipini fara at sigla í núverandi rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026

Í 2023 var talið av deyðum alilaksi í Noreg 62,7 milliónir, sambært tølum frá norska Veterinærinstituttet

Festarin hevur tikið tað niður, skrivar Norðlýsið

Aldu- og streymboyan, sum Firum hevur havt liggjandi á Kaldbaksfirði, varð í gjár tikin upp til kanningar

Útlendingar uttanfyri ES skulu arbeiða minst 40 tímar um vikuna, men útlendingar úr ES skulu einans arbeiða 30 tímar, og tað er óheppið

Hesa ferð komu 12 nýggjar umsóknir inn til Fiskivinnuroyndir. Harafturat vóru 10 verkætlanir, sum áður høvdu fingið tilsøgn um framhald eftir 2023

- og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk

- Tað stimbrar undir hugin hjá vinnuni og privatpersónum at gera íløgur, nú stóri rentuvøksturin tykist hæsaður av og tamarhald sýnist at vera á inflasjónini

- At Landsstýrið nú er farið í part við stóru aktørunum í ferðavinnuni fer at gera, at jarðareigarar á bygd verða beindir av vegnum til frama fyri hópferðavinnu

Lítið væntast at koma uppá land hesa vikuna

Mánadagin 29. Januar tók Terje B. Vestergaard yvir raksturin í Simma Musikkhúsi, og er hann harvið nú einsamallur eigari og stjóri í felagnum

Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið og er á sama stigi sum áðrenn korona. Føroyar hava lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið í Evropa - serliga er tað lágt hjá føroyskum kvinnum

GroAqua, KJ Hydraulik, P/F Poul Michelsen og Vónin, sum hava verið ein partur av átakinum fyri at minka CO2 útlátið, hava nýliga fingið góðkenning

Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan

Sølan av el-bilum fer ikki at vaksa nakað munandi í 2024. Nú verða hybridbilar seldir ístaðin, sum hevur fingið General Motors til at broyta sína langtíðarætlan

Fólkanæturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark hava sett met í 2023. Hesin bólkur gisti nærum 98.000 nætur í 2023. Tað er áleið 4.000 fleiri enn í 2022

- Talan er um privat viðurskifti, óheft av Betri, sum gera at mær tørvar at prioritera mína tíð øðrvísi

Føroysku gistingarhúsini høvdu knapt 222.000 fólkanætur í fjør. Tað er 4 prosent minni enn í 2022, ið var metár

- og sum øll fóru at gerast glað fyri og tikið fór at verða móti skannaranum við gleði beinanvegin og kanska onkrir spurningar, sum kundu orðnast uppá ein seinnapart

Seinastu tvær vikurnar hevur Firum havt vitjan av fimm gestum, ið eru komin til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna. Her hava tey m.a. vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum

Nýggj uppgerð hjá hagfrøðiliga stovninum í ES, Eurostat, vísir, at búskaparvøksturin í Evropa er uppsteðgaður

Japanski bilframleiðarin Toyota seldi 11,2 milliónir bilar í 2023 og er hetta fjórða árið á rað at Toyota selur flest bilar í heiminum

Jacoba Christensen og Hallur Egilsnes gjørdu avtalu við Snarhús um at byggja húsini, men royndirnar vóru ikki góðar, skrivar KVF

- Fríggjadagin 26. januar vórðu Ársins Leiðarar 2024 kosnir á Hotel Føroyum. Hetta er 20unda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum

Heimsins størsta ferðamannaskip er farið sína fyrstu ferð úr Miami

- Í dag skipaði Icelandair fyri familudegi í SMS, har nógv fólk var savnað, tí útsøluendabrestur er. Amerika er nærri enn nakrantíð

Flogfelagið United Airlines sigur at flúgvingin við Boeing 737 Max 9-flogførunum er byrjað aftur, dagin eftir at Alaska Airlines boðaði frá tí sama