Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórur partur av gjaldføri landskassan er sett í virðisbrøv uttanlands, og í 2021 var avkastið 3,75% ella tilsamans 141 mió. kr. Tað vóru serliga partabrøvini sum góvu eitt gott avkast

Ásett er við lóg, at landskassin skal hava 15% av BTÚ í gjaldføri. Hetta svaraði í 2021 til 3,3 mia. kr. Gjaldførið við ársenda 2021 var um 3,8 mia. kr. og var tí væl omanfyri minstagjaldførið

Brekfráboðan: Í løtuni eru trupulleikar, sum kunnu ávirka ymiskar tænastur, sum vit veita. Arbeitt verður av øllum alvi fyri at basa trupulleikanum. Haldið okkum til góðar, sigur Føroya Tele

Tað skal samanberast við 463 milliónir krónur í vinningi í 2020. Á aðalfundinum fer nevndin at skjóta upp vinninigsbýti á 5,14 krónur fyri hvørt partabrævið

Íslendskar alifyritøkur ganga í fótasporunum hjá Hiddenfjord og flyta nú laks sjóvegis til USA

Franska flogfelagið Air France gevst frá týsdegnum við allari flúgving til ukrainska høvuðsstaðin Kiev

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur seinastu fimm árini gjørt eina kanning fyri tal av starvsfólkum innan vinnuna. Kanningin vísir, at shippingvinnan skapar nógv arbeiðspláss, bæði á sjógvi og á landi

- Samanumtikið er nógv sum undrar í hesum málinum, men tá ein hoyrir leiðsluna í Strandferðsluni umrøða bíleggingarskipanina, so ivast KT vinnan í, um leiðslan í Strandferðsluni í heila tikið tekur málið í álvara

Tað er ein vøkstur uppá 37% í mun til árið fyri

Tað eru nógv ár síðani, at so stásiligt skip kom til Vestmanna, og nógv fólk var komið saman at taka ímóti

Fleiri landa sum vikan gongur

KBI í Klaksvík hevur keypt Solberg heilsølu í Kollafirði, sum Henrik Solberg hevur átt og rikið síðan 1993

- Næstu mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, og longu nú ber til hjá privatum viðskiftafólkum at royna nýggja Netbankan, sigur Betri banki

Talan er um uppseting av 6 Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW, sum fara at framleiða tað, sum svarar til 16% av dagsins framleiðslu hjá SEV. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum

Úrslitið hjá P/F Tjaldur samtakinum í fjør var 212 milliónir krónur áðrenn skatt. Tað er besta úrslit hjá felagnum nakrantíð

Føroya Arbeiðsgevarafelag átalar grovu ákærurnar hjá formanninum í Starvsfelagnum í Degi og Viku í gjárkvøldið um starvsviðurskiftini í partafeløgunum hjá tí almenna á privata arbeiðsmarknaðinum

Útflutningurin av fiskavørum vaks 1,5 milliardir krónur í 2021 í mun til 2020. Hetta er ein 20% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 3%. Sostatt er útflutningurin methøgur

Samlaði vøruinnflutningurin var 9,3 milliardir krónur í 2021, hetta er 13,8% hægri enn í 2020

Tíggju av manningini eru funnir deyðir og ellivu eru framvegis saknaðir, tá ein spanskur trolari sakk út fyri Nýfundlandi týsmorgunin

- Nakrir einstakir av mjólkbóndunum hava klárað at hildið úrslitið javnt gott í tíðarskeiðnum 2016 til 2020, og spjaðingin er vorðin størri í úrslitunum

Í januar vórðu knappliga 820 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru nærum 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør ella ein vøkstur upp á 6,2%

Tað verður 29 ára gamli vestmenningurin Robert Andreasen, sum skal seta enn meira ferð á menningardeildina hjá Petur Larsen. Hann tók við starvinum 1. januar í ár

Børsen skrivar í dag, at danski stórreiðarin Henning Kjeldsen hevur selt alt fyri fleiri milliardir

Fríggjadagin 11. februar 2022 hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund

Ferðavinnan er farin at gera seg til reiðar at bjóða ferðafólkunum upplivingar til støðini, sum eru at síggja í TROM

Norska fyritøkan Norway Royal Salmon átti fiskin

- Eftir fleiri rakár er trolaraflotin so illa fyri nú, at hann er í vanda fyri at verða lagdur í vár, sigur stjórin í Faroe Origin

Føroyska vinnukavingin mennir seg alsamt

Kirkella úr Yorkshire fær 500 tons minni í sín part

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag sett Niels Winther sum stjóra. Hann tekur við starvinum mánadagin 14. februar

Felagsfrágreiðing formannanna frá samráðingunum í februar 2022 um býtissemjur viðvíkjandi landnyrðingsatlantshavsmakreli, norðhavssild og svartkjafti

- Vit gera hetta einamest fyri umhvørvið, men eisini tí at prísurin á pappíri er farin upp, sigur innkeypsstjórin hjá Lidl í Danmark

MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn

Skipasmiðjan MEST og Gardit hava júst gjørt eina 5 ára avtalu. Samstarvsavtalan umfatar yvirflatuviðgerð av skipum sum eru á skipasmiðjunum hjá MEST ávikavist í Havn og á Skála

Sendingarnar við Johnny í Grótinum sum verti eru at síggja á Rás 1 mikudag og sunnudag

- So fer Sjógæti at egna á Eiði, vit byrjaðu í morgun kl 08. Stamparnir eru 5 stykkir langir, ca 270 húkar, skrivar stjórin á Facebook

Fiskaútflytarin Jangaard í Ålesund er komin í Guinness metbókina við heimsins størsta klippfiski

- Tað passar ikki. Vit hava sum øll onnur børsskrásett feløg skyldu at upplýsa um ymsar avbjóðingar, sigur felagið

A.P. Møller Mærsk A/S hevði eitt úrslit eftir skatt á 117 milliardir krónur í 2021, vísir ársroknskapurin hjá felagnum sum júst er almannakunngjørdur

Føroyska elframleiðslan setti aftur met í 2021. Eisini nýtslan av tungolju til elframleiðslu setti met. Við nýggjum vindmyllum bæði í Suðuroy og norðanfyri koma nýggir møguleikar og nýggjar avbjóðingar

Konjunkturbarometrið vísti lutfalsliga stórt fall beint sum korona rakti fyri tveimum árum síðan, men er síðan á sumri 2020 aftur vaksið

Samró feðgarnir hava lurtað eftir áheitanum frá alivinnuni og ment eina nýggja app

Felagið Meta hóttir við at læsa niður Facebook og Instagram í Europa um ES ikki góðtekur, at Meta sleppur at goyma brúkaradátu á servarum í USA

Stór kanning hjá Motor og NAF (Norges Automobil Forbund) av el-bilum vísti, at øll 31 modellini koyrdu millum 10 til 15 prosent styttri í kulda enn uppgivið var

Neyvan kemur nógv uppá land í vikuni sum kemur, metir Fiskamarknaðurin

Eftir væleydnaðu fiskivinnustevnuna, sum var á Hotel Føroyum tann 31. januar 2022, eru fyrilestrarnir savnaðir og lagdir á heimasíðuna hjá Havstovuni

Íslendska nótaskipið, Vilhelm Þorsteinsson, eigur størstu last, sum higartil er landað til Havsbrún í Fuglafirði, 3.449 tons, skrivar KVF

Avtala er nú gjørd um føroyska básin á messuni Seafood Expo Global

Á ráðstevnuni verður sjóneykan sett á, hvussu treytirnar í føroysku fiskivinnuni eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting laga seg til broytingarnar

- Undirtøkan var ov lítil, sigur stjórin. Tað er minni enn eitt ár síðani rutan byrjaði