Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Facebook hevur mist 208.000 dagligar, norskar brúkarar millum 15 og 29 ár seinastu tvey árini, metir Kantar

- Vit eru sera spentir uppá móttøkuna av Huldugentuni, siga teir tríggir Dennis Holm, Magnus Brattaberg og Bárður G. Nielsen, sum eru eigarir av mikro-bryggjarínum Biskupskelda

Síðani brexit hevur talan verið um metstóra minking í handlinum millum ES og Bretland

- Hetta er roynt til útluting av rættindinum av uppsjóvarfiski og fisk á fjarleiðum, men eigur eisini at vera nýtt til útluting av rættindum á heimaleiðum

- Leiðslan er samanumtikið nøgd

Nýggj tøkni skal økja effektivitetin og minka útreiðslurnar - sum so eisini minkar talið av starvsfólkum

- Vit eru samanumtikið væl nøgd við hetta árið, sum var so nógv øðrvísi enn vanligt, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging

Sløkkiliðsfólk royna enn at sløkkja eldin umborð á grønlendska trolaranum Polar Assik, sum felagið Polar Seaafood eigur, skrivar Sermitsiaq

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeið (feb. 20 - jan. 21) samanborið við undanfarna skeið

Her er ein 3D mynd av eini av svitunum á dekk 8 umborð á Norrønu

Fyrrverandi stjórin í Norwegian, Bjørn Kjos er ein av aktørunum tá ið vinnulívstoppar nú yvirtaka restirnar av USA-flotanum hjá Norwegian og satsa av nýggjum

Förka er Føroya fyrsta biogassvirki, ið framleiðir el, hita og tøð burturúr lívfrøðiligum tilfari frá alingini og landbúnaðinum. Bakkafrost eigur felagið, sum er staðsett á Skarðshjalla

Maskinmeistarafelagið hevði ársaðalfund seinasta leygardag. Á skránni var m. a. val av formanni og tveimum nevndarlimum

Umframt tey tíggju nýggju partafeløgini, ið sóu dagsins ljós í farnu viku, eru nýggir roknskapir hjá kendum feløgum at síggja í vinnuskránni

Í februar vórðu 875 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 17 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør

Taks hevur boðað frá, at fyri at loyva vinnurekandi at draga negativar rentur frá í skatti krevst lógarbroyting. Men ein skattaserfrøðingur, ið VP hevur tosað við, er avgjørt ikki samdur við TAKS í hesum sjónarmiði

Her er ein greining av svenska felagnum

Leiðslan fegnast um góðu undirtøkuna frá kundum bæði innan- og uttanlands

Tað er ein millión meira enn árið fyri

Borgarstjórin í Skopun er ikki fegin

- Tíverri finnast ikki hagtøl fyri, hvussu nógvar búeindir eru í Føroyum

Spring Electric fyri 128.990 krónur í Danmark. Føroyska prísin kenna vit ikki enn. Men hetta er prísurin í Danmark fyri tann higartil nógv bíligasta elbilin

Sameindu arabisku emiratini seta á stovn ein grunn sum skal gera íløgur í Ísrael. Tilsamans 59 milliardir krónur verða settar í íløgugrunnin

Trygd hevði 12,5 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2020. Gongdin hjá Trygd í 2020 hevur sum heild verið misjøvn

Faer Isles Distillery PF bjóðar nú almenninginum at tekna partabrøv í felagnum í størstu hópfígging í Føroya søgu

- Føroysku húsarhaldini spardu umleið 600 mió. kr. upp í føroysku peningastovnunum í 2020

Í farnu viku var kunnandi fundur millum Ráðgevandi Verkfrøðingar SMJ og Jóhan Mortensen sum stigtakara øðrumegin, og umboð fyri Tórshavnar kommunu hinumegin

Bakkafrost hevur kunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2020

- Vit hava enn vónir um at fáa tær fýra myllurnar upp komandi ár, men tað krevur, at øll neyðug loyvi verða fingin til vega skjótt, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá SEV

Nøvan hjá Luna er fyrsta tvíkiljan í dagførdu gomlu byggihøllini á MEST í Havn

- Endamálið er sjálvsagt at verkætlanin við tíðini skal gerast lønandi, sigur Martin Edlund

KVF vísti í kvøld dokumentarin »Teir ómettiligu« ið snýr seg um, hvussu Føroyar eru blandaðar uppí muturgøluna í Namibia

Í sambandi við altjóða kvinnudagin í gjár, hevur Spyr gjørt eina kanning fyri BankNordik um kyn og fíggjarviðurskifti

- Fjølbroytni í starvsfólkahópinum er ein stórur fyrimunur, tá ið mál og avbjóðingar skulu viðgerast í gerandisdegnum, og harumframt hevur tað týdning fyri okkara menning og kappingarføri

Klokkan 14 seinnapartin fór Norrøna víðari í rutusiglingini, tá ið farið var til Íslands

Útflutningsvirði á laksi minkaði góðar 700 mió. kr. í 2020 og var á leið tað sama í 2020 sum í 2018

Í morgun kom Norrøna aftur til Føroya og her eru nakrar myndir sum myndamaðurin Ólavur Frederiksen tók

Í januar og februar í ár útflutti Kina yvir 60% meira enn somu tíð í fjør. Innflutningurin vaks 22%

Stóri veitarin av kunning um útferðir heldur, at Føroyar verður eitt av mest áhugaverdu støðum at vitja í komandi tíðum

Ein lógarbroyting skal gera, at fyritøkur kunnu draga negativar rentur frá í skattskyldugu inntøkuni

Teknisk greining gevur ábending um, at kursurin vil sleppa longur upp

Millum annað næstformaðurin leggur frá sær

Akraberg kom á Fuglafjørð í nátt við 670 tonsum av heilfrystum heysaðum toski

Finalan í Ungum Virki hevur verið í SMS í dag, har bólkurin Rávan, mannaður við næmingum av Glasi, er kosin vinnari av Ungum Virki 2021

- Vit eru nøgd við 2020, tí hóast COVID-19 og framhaldandi trýst á rentuna, hava vit megnað at havt framgongd á flest øllum økjum og eru sera spent uppá 2021, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa

Tað er Mastercard, sum hevur yvirtikið felagið fyri 21,3 milliardir krónur, skrivar DR

Í februar flugu 225.000 ferðafólk við SAS

Ein ferðavinnuætlan er gjørd fyri Nólsoy og í dag koma nólsoyingar við seks nýggjum ferðavinnutilboðum, sambært Útvarpinum

BankNordik fer nú at bjóða eitt nýtt, grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku

Av teim 37.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.800 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Hetta svarar til 84%