Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikudagin 30. mars. kl. 19:00 skipar Íverksetarahúsið saman við Norðoya Kunningarstovu fyri spennandi tiltaki har vinnan, veitarar og annars øll ið hava áhuga fyri at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum koma saman.

‘Vinnan hittist’ er eitt afturvendandi tiltak, sum Íverksetarahúsið skipar fyri. Endamálið er, at samla ymisku vinnugreinarnar til eitt hugnaligt netverkskvøld við íblástri og sparring millum vinnulívsfólk og íverksetarar, ið starvast innan sama øki.

Hesaferð verður evnið produktmenning innan ferðavinnu í Norðoyggjum, og endamálið er, at stimbra vinnuna og vitanina um ferðavinnuøkið.

Kvøldið er ætlað øllum aktørum í ferðavinnuni í økinum, umframt teimum sum umhugsa at seta virksemi í gongd.

Skrá:
Visit Faroe Islands - Produktmenning
Kunningarstovan - Grundarlagið
Símun Gullaksen - Soleiðis gjørdu vit!
Íverksetarahúsið - Kom í gongd
Hugarok - Hugskot til ferðavinnu produktir í Norðoyggjum.

Tiltakið verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis. Avmarkað pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo