At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Flaggdagin, 25. apríl, verða vinnararnir av ársins skrivikapping kunngjørdir. Hetta verður á Bókasavninum við Løkin kl. 19.30. Borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen fer at bjóða vælkomin, og Lena Anderssen fer at spæla. Síðani verður 1. og 2. virðisløn latin, umframt ein serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir.

- Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa fagnaðarløtu á bókasavninum – við góðum tónleiki, kaffi og samlagi, siga fyrireikararnir.

Aftur í ár var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu. Hesaferð var kappingin at skriva eina ritroynd - eitt essay – við púra fríðum evni. Og luttøkan var góð – yvir 40 ritroyndir komu inn.

Dómsnevndin hevur nú mett um innkomnu tekstirnar, og 3 vinnarar eru funnir.

- Vit eru serstakliga glað fyri kappingina og takksom fyri øll sum vildu vera við, og royna síni skrivikynstur, siga fyrireikararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo