Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hevur mangt og hvat verið frammi um útlutan av kvotum so sum makrelur, norðhavsild og svartkjaftur til ávísar umsøkjarar.

Sum skilst eru ávísar nøgdir av hesum fiskasløgum tøkar at søkja um til nærri útgreinaðar framleiðslur ella fleiri veiðifør.

Myndugleikin til at útluta hesar fiskanøgdir er lagdur til fiskimálaráðharran smbært lóg. Hesin hevur saman við umsiting síni mett um, um umsøkjarar lúka treytirnar, sum nevndar og kravdar eru. Sum eg skilji eru treytir lagdar við, at umsøkjari skal kunna um, at ætlanin kann gjøgnumførast so sum royndir í vinnuhøpi, fíggjarorku v.m.

Greitt er, at allar umsóknirnar ikki kundu gangast á møti. Avmarkað nøgd í mun til umsóknaðartalið.

Seinni hevur landsstýrismaðurin tikið støðu til, hvørjir eftir umstøðunum eiga at býta hesa nøgd í mun til verkætlan.

Síðan úrslitið hjá landsstýrismanninum er kunnugt, er Høgni og útvarpið farin í hernað ímóti hesum við ákærum um, at tað í størstan mun eru floksfelagar hjá Jacob Vestergaard, ið hava fingið sítt.

Sjálvur kenni eg ikki ójáttaðu umsóknirnar. Bert persónar hjá játtaðu av Sandi. Men játtaðu skulu innan ávísa tíð prógva, at hesir kunnu gjøgnumføra ætlanina verkliga og fíggjarliga!

So er mín spurningur til mín sjálvan: "Hvør heldur tú hevur vilja, orku og virkishug at seta nýggjar virkisætlanir í gongd?"  Tað má vera onkur, ið er fólkaflokssinnaður ella verður tað!

Annars undrar tað meg, hví Høgni ikki metir um førleikan hjá teimum játtaðu, ella kennir hann tey, ið ikki fingu?

Nú verður nevnt um viðurskifti okkara við Danmark, at árligi blokkurin til Føroya skal minka til NULL. 

Góður tanki hjá mær sum sjálvstýrismanni, men ikki við persónliga vinnupolitikkinum hjá Høgna!

Tykkara vinstravendi fíggjarpolitikkur kann gerast, har inntøkur landsins eru tryggjaðar í virðum í undirgrundini so sum olja v.m.  men har tað er treytað av virkishugi og vilja fólksins í vinnuhøpi, so verður tað bert av fólkaflokshugaðum - ella veljarum!

Eyðun Mohr Viderø
29.‎09.‎2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo