Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árhundraðsins rokkari, bjartasta vónin, riddarakross, silvur medalju, besti filmur, besti live-bólkur. Hesar eru bert fáar av yvir fjøruti virðislønum, sum listafólkini og innsløgini í Land í eygsjón: Áfram Ísland! hava vunnið.

Fremst er filmurin Hrútar, sum higartil hevur fingið 21 altjóða virðislønir so sum Un Certain Regard á Festival de Cannes, gylta eygað á films festivalinum í Zürich og áskoðaravirðislønir á Transilvanian International Film Festival, Minsk International Film Festival og Festival International Du Film De Pau.

Eftir Hrútar kemur legendan Bubbi Morthens, sum í trý ár á rað frá 2005-2007 í Íslandi ávikavist varð kosin at hava ársins plátu og vera ársins sangari og ársins framførari. Og tað er sjálvsagt Bubbi, sum eigur heitið “árhundraðsins rokkari”.

Agent Fresco er bólkurin, sum í 2008 vórðu mettir at vera bjartasta vónin í íslendska tónleikaheiminum og sigast kann, at teir ikki hava skuffað í so máta. Fýra ár seinni fingu teir eina Kraumur virðisløn fyri útgávuna “Lightbulb Universe”, árið eftir vóru teir kosnir at vera besti nýggi bólkur, og í fjør metti Rás 2 í íslandi teir at vera besta live-bólk 2015.

Hini virðisløntu listafólkini og innsløgini eru tónleikabólkurin Nordic Affect, rithøvundurin Kristín Marja Baldursdóttir, filmurin Land og synir og listakvinna Hekla Dögg Jónsdóttir.

Land í eygsjón: Áfram Ísland! verður í Norðurlandahúsinum 12.-20. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo