Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Tá Covid-19 rakti, fekk tað beinanvegin ávirkan á fíggjarmarknaðin, og dagligu sveiggini vuksu í mars mánaði 2020 til hægsta støðið síðani fíggjarkreppuni í 2008. Óvanliga stór fíggjar- og peningapolitisk tiltøk vórðu sett í verk fyri at oysa gjaldføri út á marknaðirnar. Tiltøkini gjørdu, at marknaðirnir rættaðu seg upp aftur eftir rættuliga stuttari tíð, og tá byrjað varð at koppseta móti sjúkuni, gjørdust íleggjarar aftur meira váðafúsir og keyptu fleiri partabrøv.

Jaliga gongdin á fíggjarmarknaðunum frá metárinum 2019 helt í stóran mun á til miðjan februar, tá tað av álvara gekk upp fyri íleggjarum, at Covid-19 ikki bert kundi avbyrgjast sum eitt kinverskt fyribrigdi, men kundi breiða seg um allan heim. Ásannanin gjørdi, at partabrævakursirnir fullu ógvusliga í vikunum, sum komu. Tá óvissan er stór á fíggjarmarknaðinum, fara íleggjarar frá váðamiklum aktivum sum partabrøvum, yvir í tryggar íløgur sum stats- og realkreditlánsbrøv. Hetta gjørdi at renturnar hækkaðu, samstundis sum partabrævakursirnir lækkaðu ógvusliga, sí Mynd 1 niðanfyri.

Fallið í kursunum á partabrøvum í fyrsta ársfjórðingi 2020 var søguliga stórt, bæði í mun til, hvussu skjótt tað hendi, og hvussu nógv tað fall uppá stutta tíð. 23. mars 2020 var dagurin, har tað sá ringast út; tá fall amerikanska vísitalið S&P500 við 24,3% og týska DAX við 27,7%. Heimsvísitalið MSCI fall við ikki minni enn 28,9% (ikki víst á myndini).

Henda gongd líkist tí undir fíggjarkreppuni í 2008, men hesaferð handlaðu myndugleikarnir skjótt. Óvanliga stór fíggjar- og peningapolitisk tiltøk vórðu sett í verk í USA og Evropa. Miðbankarnir keyptu stats- og realkredittlánsbrøv í stórum mongdum og oystu gjaldføri út á marknaðirnar. Harumframt vórðu stórir fíggjarpolitiskir hjálparpakkar samtyktir. Tiltøkini hjálptu og gjørdi at marknaðirnir blivu meira støðugir og rættaðu seg upp aftur eftir rættuliga stuttari tíð.

Fíggjarmarknaðurin í 2020 er sostatt eyðmerkt av Covid-19 farsóttini, men í desember mánaði hómaðist ein glotti, tá byrjað varð at koppseta móti sjúkuni, og tá gjørdust íleggjarar aftur meira váðafúsir og keyptu fleiri partabrøv. Við ársenda 2020 vóru øll trý vísitøl fyri partabrøv omanfyri 100, tað vil siga, at virðið á partabrøvum var hækkað síðani ársbyrjan 2020.

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo