Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Hósdagin 2. juli 2020 kl. 16-18 verður móttøka fyri almenninginum í sambandi við, at Virknishøllin í Finsen letur upp. Virknishøllin er høllin, ið áður var niðara fimleikahøllin í Tórshavnar kommunuskúla, sum í 2017 gjørdist til lestrarbústaðarhúsið Finsen.

Visjónin hjá kommununi við Virknishøllini er, at tað skal vera møguleiki fyri sjálvskipaðum virksemi hjá borgarum at nýta til alskyns rørslu og spæl, harav navnið virknishøllin. Harumframt verður høllin part av tíðini brúkt til dagstovnin í Kongagøtu og annað virksemi innan dagstovnaøkið.

Høllin er nú sett í stand og m.a. er hallargólvið, ið er frá byggingini í 1956, pussað upp, stór vindeygu eru sett í bygningin og høllin tekur seg væl út.

Tað fer at bera til at bíleggja høllina gjøgnum skipanina inni á heimasíðuni www.itrott.fo. Fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt kunnu fáa gagn av hentleikanum, ber til at bíleggja upp til 5 vikur í senn. Ætlandi verður høllin tøk frá mikudegnum 8. juli 2020.

Kostnaðurin fyri at leiga høllina í ein tíma er 200 kr.

Í komandi viku letur ovara høllin eisini upp. Har verður listahøll, har listafólk kunnu leiga básar. Innbjóðing til móttøku og kunning um leigu av listahølunum kemur ein av døgunum.

Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanirnar í báðum hallunum er 3,95 mio.kr. Høvuðsráðgevi hevur verið Ove Mortensen Arkitektavirkið og Sp/f ÁTS hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo