Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Viðurskiftini hjá børnum, sum búgva á Barnaheiminum, verða nú betri skipað.

- Tað verður lættari at geva børnunum bestu umsorgan og rætta viðgerð rættstundis, og tað hevur alstóran týdning fyri møguleikar teirra at mennast og støðast í samfelagnum við onnur

Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Við nýggjari kunngerð um virksemið á samdøgursstovnum verða viðurskiftini hjá børnum á Barnaheiminum betri skipað:

Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á økinum verður endaliga ásett. Meðan barnið býr á Barnaheiminum er tað Almannaverkið, sum hevur skyldu at veita alla neyðuga umsorgan og viðgerð, eins og at halda allar útreiðslur, ið standast av uppihaldinum.

Viðgerðarætlan fyri barnið verður gjørd í samstarvi millum avvarðandi barnaverndartænastu og Almannaverkið og viðgerðartilboðini, ið Barnaheimið hevur skyldu at veita, verða nágreinað.

Talan er um eitt frambrot, tí tað er fyrstu ferð at hesi viðurskifti eru skipaði í kunngerð. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo