Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit hava flutt Bacalao inn í eina nýggja tíð við m.ø. skate’ara-bana, klintriveggi, ísframleiðslu og grønmetisframleiðsluni, Næla.

Bjargingarfelagið hevur fingið innivist har, og hølini hjá  íverksetarahúsinum, Hugskotið, skulu víðkast til at hava royndarstovur og verkstaðir inni í Bacalao. Vit hava ætlanir um streetfood, ja tað er bara hugflogið, sum setir markið fyri, hvat hesin gamli bygningurin, sum vit kenna so væl, kann brúkast til.

Vinnunevndin hevur umrøtt at gera eina heildarætlan fyri bygningin, har frítíðarvirksemi, mentan og vinnulív kunnu húsast og mennast undir sama taki.

Eg vil heldur enn fegin halda fram at menna eitt framskygt og virki umhvørvi í søguríka Bacalao-bygninginum, um eg verði valdur aftur í Tórshavnar býráð á valinum 10. november.

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin
og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo