Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú samfelagið er í undantaksstøðu, vil Tórshavnar býráð gera sítt til, at hjólini mala víðari. Býráðsfundur verður mánakvøldið, har býráðið fer at viðgera ein virksemispakka til vinnulívið. 

 

Ellivu mál eru á skrá til býráðsfundin. Talan er um mál, sum øll skulu skapa virksemi í kommununi beinanvegin, nú búskaparferðin í Føroyum er minkað munandi vegna koronasmittuna.

 

Millum málini á skrá er ein játtan til fótbóltsvøllirnar í Gundadali. Talan er um 5 mió.kr, sum verða framskundaðar.

 

Íløgur verða eisini gjørdar í lendisgøtur. Og so verða 5 mió.kr eisini játtaðar til orkusparandi tiltøk í kommunalum bygningum.

 

Umframt framskundaðar íløgur verða ymiskar størri umvælingar framskundaðar. Støða skal eisini takast til nøkur byggiloyvi og nýggja avtalu um Visit Nólsoy.

 

Aftrat hesum eru størri umvælingararbeiði á dagstovnum, frítíðarskúlum og skúlum longu sett í verk.

 

Býráðsfundurin byrjar kl.19:30 mánakvøldið, og øll kunnu fylgja við á torshavn.fo, har hann verður stroymdur.

 

Skráin fyri býráðsfundin sæst her.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo