Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í ávaringini frá landslæknanum kunnu vit vera smittað við Covit19, um vit hava ferðast uttanlands í økjum, har smittan er útbreidd.

Ella, um vit hava ”havt tætt samband við fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava fingið smittuna”.

Hvussu svartasta skulu vit vita tað?

Tey, sum eru undir illgruna, sita antin í húsavarðhaldi, ella sita avbyrgd á Hotel Vágum, har løgreglan heldur fjølmiðlum og øðrum forvitnum burtur, so vit nettupp ikki fáa at vita, hvørji tey eru.

Hvussu skulu vit so vita, um vit hava havt tætt samband við tey?

Og nú er øsing, um ferðafólk av einum cruiseskipi skulu sleppa í land í Havn.

Akkurát hví, tey eru meira vandamikil enn onnur, er ein gáta.

Tí ongar restriksjónir eru álagdar Smyril Line ella Atlantsflog.

Norrøna er floytifull av týskarum, italiumonnum, belgiarum og fransmonnum, sum um dagarnar pissa í krókarnar og hosta og spýta langt í hvørji bygd kring landið alt.

Og á flogvøllinum travalja øll - eisini føroyingar í stórum tali – snorandi beinleiðis úr Paris og aðrastaðnis beint út í bilarnar uttan eftirlit.

Og so kunnu tey vinka til ”tey undir illgruna”, tey loyniligu, tey ónevndu, sum sita og pilka nøs av keðsemi og lúra út millum gardinurnar á Hotel Vágum sum aðrir tugthúsfangar.

Her lekur álvarsliga millum teori og praksis.

Grand Prix verður avviklað í Danmark uttan áhoyrarar.

Man norðurlendski bridgefestivalurin í Havn fara at verða avviklaður uttan luttakarar?

Kanska via Skype?

Ella ræðast tey telduvirus?

---

Vit taka líka eitt lítið faktatjekk frá dámliga danska sjónvarpslæknanum Peter Qvortrup Geisling:

- Veturin 2017/18 doyðu 1644 danir av krími.

- Ársins krímsjúka (influensa) er av teimum mildastu í mong ár.

- Hesa sesongina hava 1189 danir verið innlagdir á sjúkrahús við ársins krímsjúku.

- 37 av teimum eru deyðir.

- Ongin av teimum kom í fjølmiðlarnar.

Í Danmark er higartil ongin deyður av Covit19.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo