Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolai B. Nordsborg, professari á Københavns Universitet, eru høvuðsrithøvundar til greinina við heitinum, “A 3-min All-put Upper-body Test for Competitive Swimmers”.

Greinin er júst er útgivin í tíðarritinum, International Journal of Sport Medicine.

Øll granskingarverkætlanin er gjørd í Føroyum við úrvælssvimjarum úr Havnar Svimjifelag og Ægir sum royndarpersónum. Team Danmark og altjóða svimjisambandið, FINA, hava stuðlað verkætlanini fíggjarliga.

Kanningarnar eru gjørdar á Human Performance Laboratory á iNOVA sum ein samstarvsverkætlan millum Fróðskaparsetur Føroya, Københavns Universitet, Svimjisamband Føroya og Team Danmark.

Í stuttum er talan um menning av eini nýggjari yvirkropsroynd, sum neyvt lýsir kropsliga avrikspartin í úrvalssvimjing.

Arbeitt verður av øllum alvi (maksimalt) við yvirkroppinum á einum svimji-ergometri í tríggjar minuttir, og menningin av kraft og effekt ella power verður neyvt mátað gjøgnum alla royndina.

Lesið meira her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/visindalig-grein-um-roynd-av-foroyskum-urvalssvimjarum/

Samandráttur av greinini kann lesast her: https://pubmed.ncbi.nlm.nih.gov/33352602/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo