Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Granskingarráðið: Vísindavøkan verður seinni enn vanligt í 2020. Tiltakið, sum eftir ætlan skuldi vera tann 25. september, er flutt til 6. november.

Hetta er orsakað av korona, sum hevur órógvað fyrireikingarnar, og síðani av øllum útsettu tiiltøkunum, sum nú skulu haldast í september.

Tað er sannlíkt, at Vísindavøkan verður skipað nakað øðrvísi í ár orsakað av tørvinum á frástøðu og tí at hon liggur seinni á heystinum.

Tað er greitt, at ársins evni verður korona. Framløgur fara at vera í Kongshøll, og KVF fer at taka hesar upp og senda tær í sjónvarpinum í vetur. Vísindavøka fer á ferð og eitt Víisndavøkublað kemur út. Hvat annað verður á skránni valdast umstøðurnar í november. Meira verður at frætta um Vísindavøkuna tíðliga í heyst.

Kunning um og tilfar frá undanfarnum Vísindavøkum er at finna á gransking.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo