Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Granskingarráðið: Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Talan verður um fýra tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti. Tiltøkini verða á Sørvágs Bókasavni 9. september, á Bókasavninum við Løkin í Runavík 11. september, Klaksvíkar Bókasavni 12. september og í Skúlanum í Trongisvági 17. september., allastaðni kl. 19.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Ein steðgur verður við kaffi. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Mánakvøldið 9.9., kl. 19:00 - Sørvágs Bókasavn

‘Siðaarvur í mun til djóravælferð – er hugburðurin broyttur?’, Ása Johannesen, Fiskaaling
‘Vindur og orkugoymslur,’ Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan
‘Livilíkindini hjá føroyska toskaynglinum’, Sólvá Jacobsen, Havstovan

Mikukvøldið 11.9. kl. 19:00 - Bókasavnið við Løkin

‘Jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin’, Bartal Højgaard, Jarðfeingi
‘Taraaling og møguleikar við samaling’, Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling
‘Siðaarvur – eitt val’, Tóta Árnadóttir, Fróðskaparsetrið

Hóskvøldið 12.9., kl. 19:00 - Klaksvíkar Bókasavn

‘Psoriasis-granskingin hjá Lomholt í Føroyum – ein metodisk nútímansgerð’, Anna Katrin Matras, Ílegusavnið
‘Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu’ - 100 ára gamlar hitamátingar – Karin Margretha H. Larsen, Havstovan
‘Sjeytiára kohortan –10 ára endurkanning’ Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Týskvøldið 17.9., kl. 19:00 - Trongisvágs Skúli

‘Um náttúruarv og møguleikan fyri at stovna eina føroyska geopark við støði í Suðuroynni’, Lis Mortensen, Jarðfeingi
‘Grøn orka á sjónum’, Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
‘Læknastríðið í Klaksvík, Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo